VÍF og Kyndil skulu vinna

Bæði VÍF og Kyndil skulu hava sigrar í dag móti ávíkavist StÍF og KÍF, um tey skulu gera sær nakrar tankar um at vinna seg í FM finaluna.

 

Tey eru ávíkavist fimm og seks stig aftanfyri H71, men hava spælt ein dyst færri. Tað eru eftir hetta umfarið bara fýra dystir eftir. Tað er óhugsandi, at H71 skal missa fimm ella seks stig upp á teir seinastu fýra dystirnar.

 

Seinast VÍF og StÍF spældu í landskappingini vann VÍF 25-20, men í steypakappingini var StÍF omaná. VÍF gjørdi ein vørr móti Kyndli í høllini á Hálsi, men síðani hava vestmenningar tapt stórt fyri KÍF og spælt javnleik móti H71.

 

Eisini Kyndil hevur mist fleiri stig seinastu tríggjar dystirnar. Fyrst var tað 44-31 tapið fyri VÍF, síðani ein sigur á Neistanum og so eitt tap fyri júst H71. So er spurningurin um VÍF og Kyndil eru til reiðar at geva H71 kapping um at sleppa í FM finaluna?

 

Atlantic Airways deildin:

StÍF – VÍF (16.00) Beinleiðis á Rás2

Kyndil – KÍF (16.00)