Tá seks minuttir vóru eftir av dystinum í ítróttarhøllini í Runavík í gjárkvøldið, skoraði Adina Petrea sítt fjúrtanda mál og legði Tjaldur á odda 29-23. Fyri teir fáu áskoðararnar í høllini mundi hetta tykjast sum mønustingurin, og lítið var hugsandi, at VÍF fór at koma afturíaftur.
Men so tók VÍF-venjarin, Kári Mortensen, eina avgerð, ið legði botn undir ein ótrúliga góðan endaspurt, tá hann gav sínum spælarum boð um at mansverja Adinu Petrea og Alinu Olaru Anghel, sum høvdu skotið meira enn helvtina av málunum hjá heimaliðnum, men eisini vóru álitið í verjuni og høvdu bundið væl fyri.
Henda avgerð helt so mikið væl, at VÍF fekk hildið Tjaldri frá at fáa eitt einasta mál aftrat, samstundis sum VÍF fekk júst so mong mál, at tað rakk til javnleik, 29-29. Helvtina av hesum málunum slapp Liljan Djurhuus at skjóta, hóast hon hevði verið mansvard tað nógva av seinna hálvleiki.
Ótrúliga væl komið aftur av VÍF, ið annars fyri tað nógva hevði runnið aftaná í dystinum, og hóast hetta gjørdist fyrsta stigið hjá Tjaldri hetta kappingarárið, var gleðin um tað ikki so stór, tí í roynd og veru var heimaliðið á veg ímóti sínum fyrsta sigri, men misti alt á gólvið í endaspurtinum, tá alt steðgaði upp og VÍF royndist munandi betur.