Um væl vil til hjá VÌF, so er møguleiki fyri, at teir longu í fjórðsíðsta leikumfarinum, sum verður sunnudagin, tryggja sær føroyameistaraheitið. Tað er nevnliga so, at um nærmastu kappingarneytarnir úr Kyndli, sum leygardagin spæla móti KÍF, missa stig, so kann VÍF tryggja sær meistaraheitið við at vinna á Neistanum í Vestmanna sunnudagin.
Silvurbrak
Tað eru neyvan mong, ið undan kappingarárinum í ár høvdu gitt, at tá ið KÍF og Kyndil í fjórðseinasta dystinum í ár hittust, fór tað at verða ein dystur millum tvey lið, ið stríðast um silvurmerkini. Uttan at taka nakað frá KÍF, so er tað rættuliga óvæntað, at teir liggja so mikið ovarlaga á stigatalvuni, og vinna teir á Kyndli leygardagin, so er KÍF bráddliga næstfremsta liðið í Atlantic Airways kappingini.
Um hugt verður eftir dagsforminum, so er einki yvir at dylja, at hann er til fyrimuns fyri kollfirðingar. KÍF hevur fingið góða úrtøku í seinastuni, meðan Kyndil hevur tapt fimm dystir á rað, um vit rokna steypakappingina uppí.
Tað man heldur ikki verða nakar ivi um, at kollfirðingarnir eru meiri svangir eftir silvurinum enn teir annars so sigursvandu kyndlamenninir.
Gulldeymur í Vestmanna
Um tað skuldi hent seg, at kollfirðingar tóku stig frá Kyndli, so er vegurin slóðaður fyri vestmenningum at tryggja sær gullið sunnudagin. Um so er, at VÍF longu í fjórðseinasta leikumfarinum tryggjar sær gullið, kann ikki annað sigast, enn at tað er eitt framúr gott avrik at verða so suverenur meistari.
Sum tey flestu vita, hava vestmenningar verið nakað skerdir til seinastu dystirnar, tí at brøðurnir báðir Áki og Ingi Olsen, umframt Áki G. Olsen allir hava verið skaddir, men tað hevur ljóðað, at Áki G. verður við aftur sunnudagin, men hesi tíðindi eru ikki váttað. Ikki tí, hóast tey flestu høvdu væntað, at liðið hjá vestmenningum fór at falla saman orsaka av skaðunum, so hendi tað beint øvugta. VÍF fór á vøllin sum ein eind, og sum málverjin Eli Müller málbar seg, so lyftu teir allir í felag, og tað hevur rokkið langt.
Tað er tó eingin, sum sigur, at vestmenningar longu hava vunnið dystin móti Neistanum, tí hóast Neistin er aftast í landskappingini, so hevur liðið roynst væl betri í seinastuni, enn teir hava gjørt fyrr í ár. Neistin vann herfyri á Kyndli, og teir vóru akkurát við undirlutan móti KÍF.
At vestmenningar fara at sita spentir og bíða eftir úrslitinum av dystinum millum KÍF og Kyndil í Hoyvík leygardagin er greitt, og so er spurningurin, um teir fara at gera champagnufløskur klárar til sunnudagin.
Hoyvíkingar á Skála
Seinasti dysturin í Atlantic Airways kappingini um vikuskiftið verður á Skála sunnudagin, har StÍF fær vitjan av H71. Dystirnir millum júst hesi bæði lið eru ofta rættuliga javnir og spennandi, men tað tykist sum um, at strandingar hava fingið eitt sindur av viðrák, eftir at teir gjørdust steypavinnarar, meðan hoyvíkingar hinvegin tykjast verða steðgaðir eitt sindur upp.Undir øllum umstøðum kunnu vit staðfesta, at talan verður eitt sera spennandi umfar í Atlantic Airways kappingini, har vit møguliga sleppa at kjósa føroyameistaran, og kanska fáa vit eisini eina
greiða ábending um, hvussu býtið av hinum heiðursmerkjunum fer at verða.










