VÍF er framvegis oddalið í Okkara-deildini, men í dag tódnaði niður til hini liðini aftaná VÍF var fyri 17-29 stórtapi í Vestmanna. Í steðginum var H71 á odda 12-10. Á Skála vann Neistin 34-26 (16-16) á StÍF, og er VÍF nú bert eitt stig frammanfyri Neistan.
Filip Jojic skoraði 11 av teimum 17 málunum hjá VÍF. Peter Krogh gjørdist toppskjútti hjá H71 við átta málum. Niklas Hanusson skoraði fýra mál fyri H71.
VÍF hevur 13 stig og Neistin hevur 12 stig. Kyndil og H71 hava 10 stig. StÍF hevur seks stig og KÍF hevur fimm stig. Aftast er Team Klaksvík við tveimum stigum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Peter Krogh hjá H71 á FM1. Peter Krogh sigur seg harmast, at teir á H71 ikki koyrdu við fullari skrúvu heilt til dystarenda, og royndu at vinna dystin við 20 málum.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Mladen Mjerimacka, málverja hjá VÍF, ið gjørdi sítt við nógvum bjargingum. Mladen er ørkymlaður um allar teir brendu málmøguleikarnar í hinum endanum.









