Kvinnurnar hjá VÍF høvdu í kvøld møguleikan at vinna seg upp á oddasessin í Hvonndeildini, tá ið tær fingu vitjan av Neistanum, og vestmannagentur tóku av í einari góðari gongd, sum bara tykist at halda fram.
VÍF streyk avstað alt fyri eitt og kom á odda 4-0, og hóast tær eisini vóru á odda eitt nú 10-4, so stríddi Neistin seg væl inn aftur í dystin og fór til hálvleiks einans aftanfyri við trimum. Hálvleiksstøðan var nevniliga 12-9 til VÍF.
Alt fyri eitt í seinna hálvleiki minkaði Neistin niður í 12-11, men tættari enn tað sama komu tær ongantíð. VÍF slapp, hóast at stórskjúttin Liljan Djurhuus fór út við skaða, lættliga til málini, og við Marionnu Holm Jacobsen á odda vann VÍF greiðan 31-22-sigur.
VÍF er nú oddalið í Hvonndeildini við 19 stigum fyri 10 dystir. Tær eru framvegis ósigrar – tær hava vunnið níggju og spælt ein javnan. VB er einans eitt stig aftanfyri, men vágskvinnur hava tó spælt ein dyst meira. Neistin er nummar fýra við 11 stigum.
VÍF – Neistin 31-22 (12-9)
VÍF: Marianna Holm Jacobsen 8, Agnas Olsen 5, Heidi Maria Akselsen 4, Durita C. Jojic 4, Liljan Djurhuus 3, Randi Virgarsdóttir 3, Kathe Frederiksen 2, Ingibjørg Olsen 1, Sarah Bank Bjerg 1
Neisin: Eir Berg 5, Daniella Joensen 5, Marjun Danberg 3, Fríða á Dunga 3, Ingun Persson 2, Drós Ragnarsdóttir 1, Stina Madsen 1, Nicoleta Hansen 1, Rannvá Hanusson 1