Æðuvík í vatnloysi í morgin

Teir æðuvíkingar, sum ikki eru á fótum fyri klokkan 9 í morgin, kunnu vænta at verða drekkamunnin fyriuttan.

Teir æðuvíkingar, sum ikki eru á fótum fyri klokkan 9 í morgin - ella sum ikki hava fingið sær vatn niður fyri - kunnu vænta at verða drekkamunnin fyriuttan.

 

Í dag hevur Runavíkar kommuna, sum Æðuvík er partur av, boðað frá, at skrúvað verður fyri vatninum í Æðuvík hósmorgunin 24. mai klokkan 9.

 

Arbeitt verður við vatnleiðingini í Æðuvík, og í bygdini verður tískil einki rennandi vatn, fyrr enn arbeiðið upp á vatnleiðingina er liðugt.