Michael Jensen
Ungmannafelagið Samband
Ungmannafelagið Samband gjørdi í seinastu viku vart við tips-holini í reglugerðini hjá FUR við tí vón, at FUR fór at gera nakað við málið. Men forkvinnan á FUR, Andrea Eldevig, og aðalskrivarin, Kári Olsen, tosa uttanum, tá tey fríggjadagin senda eitt lesarabræv til fjølmiðlarnar.
Eftir at hava lisið viðmerkingarnar, er tað harmiligt at ásanna, at stjórnin í FUR saman við aðalskrivaranum ikki ynskir at skilja tað, sum Ungmannafelagið Samband roynir at vísa á.
Einki álit
Andrea Eldevig og Kári Olsen vilja vera við, at Unga Samband ongantíð hevur gjørt vart við trupulleikan. Hetta er beinleiðis lygn! Felagið hevur gjørt vart við trupulleikan á landsfundi, og tað var gjørt muntliga av undirritaða fyri 2 árum síðani. Eisini hevur felagið gjørt vart við trupulleikan hjá aðalskrivaranum, men tað er rætt at vit ongantíð hava lagt uppskot fram.
Tey leggja afturat, at felagið átti at komið við einum broytingaruppskoti, um tað metti verandi reglugerð at vera skeiva. Men hví skuldi felagið lagt broytingaruppskot fram, tá eingin ynskir at skilja trupulleikarnar í tips-reglugerðini?
Ungmannafelagið Samband ásannar at aftursvarið frá FUR, sum ikki hevur umrøtt inngjaldingar-trupulleikan, vera greið tekin um, at vit í dag hava ein felagsskap, sum ikki torir ella ynskir at gera eina reglugerð, sum vit og onnur kunnu hava álit á.
Ungmannafelagið kennir síni rættindi innan FUR, og takkar fyri, at FUR nýtir høvi at upplýsa felagnum, hvussu FUR kundi hugsað sær, at Unga Sambandið viðgjørdi tips-holið.
Stjórnin hevur valt ikki at skilja áheitanina frá Unga Sambandinum, og tað er støðan í dag.
Skeivur bygnaður í felagnum
Trupulleikin er ikki so nógv reglugerðin ? tað er heldur ein spurningur um bygnaðin í felagnum. Tað tykist løgið, at vit í ?FUR-klubbanum? sjálvi skulu gera okkara egnu reglugerð fyri fíggjarligum stuðli. Hetta er uttan iva ein størri spurningur, og tí mugu vit spyrja tann politiska myndugleikan, um tað er rætt ella skeivt.
Tí er tað ikki skeivt, at eitt felag í FUR í teori?ini kann senda uppkrav til 8000 tilvildarligar føroyingar, og á henda hátt fáa eina rúgvu av peningi, sjálvt um teir tilvildarligu føroyingarnir ongantíð gjalda limagjald? Mentamálaráðharrin hevur ábyrgdina á hesum øki, men hann hevur møguliga longu fingið munnkurv á, tá stjórnin í FUR gjørdi hann til verja fyri felagið.
Eina greiða leiðbeining
Reglugerðin, sum Ungmannafelagið Samband vil broyta, skal framyvir verða ein heilt greið leiðbeining til felagsskapirnar, grannskoðarar og FUR. Eisini ynskir felagið, at fólkið skal hava sítt fulla álit á FUR og á øllum sínum felagsskapum. Eisini skal samvitska og rættvísi gerast felagsnevnarin í tips-umsóknini hjá FUR, og um stjórnin ella nevndin, ið forrestin fer avstað við nógvum fundarpeningi, er ov dovin til at broyta reglugerðina, so er Ungamannafelagið Samband ikki bangið fyri at seta seg í samband við hinar felagsskapirnar í FUR og saman smíða eitt broytingaruppskot til reglugerðina.
Í hesum sambandi kann nevnast, at vit longu hava tosað við nógvar av hinum felagskapunum í FUR, og hugaligt er at vita, at teir eru samdir við okkum í hesum máli, umframt at teir øtast yvir reaktiónina hjá stjórnini i FUR.