Uttanríkisráðið stuðlar heilsuverkætlan í Cambodia

Uttanríkisráðið hevur gjørt av at lata Reyða Krossi í Føroyum 517.500 kr. til heilsuverkætlan í Rattanakiri landslutinum í Cambodia.

Verkætlanin verður framd saman við Danska Reyða Krossi og Reyða Krossi í Cambodia. Sum partur av verkætlanini, letur Reyði Krossur í Føroyum 100.000 kr. til ein ella tveir føroyingar at arbeiða á staðnum.

Endamálið við verkætlanini er at betra um heilsustøðuna hjá fátækrafólki í Rattanakiri økinum í Cambodia. Talan er um arbeiði í sjey bygdum, har áleið 3.700 fólk búgva. Barnadeyðin í økinum er sera høgur, og undirføðsla er stórur trupulleiki.

Verkætlanin er býtt í hesi mál: 1) betra um heilsustøðuna hjá smábarnamøðrum, 2) betra um vitanina um móðurmjólk, 3) betra um vitanina viðvíkjandi fyribyrging og viðgerð av hættisligum sjúkum, sum eru vanligar í økinum, 4) betra um vitanina viðvíkjandi persónligum reinføri o.l. 5) styrkja um heilsuundirvísingina í skúlunum, 6) seta á stovn samstarv ella netverk millum sjálvboðin fólk, sum starvast hjá Reyða Krossi, í øllum sjey bygdunum, 7) betra og styrkja um fakliga førleikan hjá Reyða Krossi í Cambodia at standa fyri og traðka til í sambandi við heilsuverkætlanir.

Uttanríkisráðið hevur í avgerðini lagt dent á, at henda verkætlanin eisini kann skapa føroyingum og føroyska samfelagnum royndir, kunnleika og áhuga fyri triðja heiminum og altjóða viðurskiftum.