Uttanríkisráðið fylgir við støðuni í Ísrael og Gaza, nú ið stríðið millum partarnar er hert. Váttað er, at mannfallið er omanfyri 380 fólk. Eingi útlit eru í løtuni fyri vápnahvíld. Í hesi truplu støðu hevur Uttanríkisráðið tikið upp samband við donsku sendistovuna í Tel Aviv, ið váttar, at tey kenna ikki til nakran føroying í vandaøkinum, men tey fylgja væl við og kenna til nakrar fáar danir har á leiðini
Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, tekur støðuna í størsta álvara, og leggur dent á, at vit gera okkara til tess at hjálpa føroyingum, skuldi tørvur gjørst á tí. Hann fegnast um, at tað higartil tykist sum eingin føroyingur er komin illa fyri av ófriðinum í Miðeystri seinastu dagarnar.
Avtalað er, at Uttanríkisráðið fær boð beinanvegin, um tað frættist um føroyingar í neyð har á staðnum, og at danska sendistovan ráðførir seg við Uttanríkisráðið í ivamálum viðvíkjandi føroyingum.










