Tað sigur Uttanríkisráðið í tíðindaskrivi í morgun, har ráðið eisini leggur dent á, at Uttanríkisráðið als ikki hevur blandað seg upp í avgerðina hjá landsstýrinum um eitt fútabann ímóti, at eitt ljóðbrot kann spælast í Kringvarpi Føroya.
Alsamt fleiri danskir politikara hava lagt seg út í málið um fundin millum kinesiska sendiharran í Danmark , Feng Tie, og landsstýrið, at sendiharrin hevur hótt landsstýrið við at steðga ætlanum um fríhandilsavtalu, um landsstýrið forðar Føroya Tele at keypa útgerð til 5G tøkni frá kinesiska telerisanum Huawei.
Framsøgumaðurin hjá Vinstra í trygdarmálum, Michael Aastrup Jensen, segði við TV2 News í morgun, at hann hevur biðið um kunning í uttanlandsnevndini hjá Fólkatinginum um alt málið. Hann er rødur av, »at prógv nú eru fyri, at kinesiski sendiharrin, Feng Tie, beinleiðis hevur hótt føroyskar ráðharrar«, og at hann undrast stórliga á, at »uttanríkisráðið hevur verið uppi í málinum«, sum Uttanríkisráðið annars avsannar í morgun.
Michael Aastrup Jensen kallar framferðina hjá Kina fyri »brutalan valdspolitikk«
– Talan er um avpressan. Tað er ein ógvuslig hóttan at koma við handilsavleiðingum, sum hava stóran týdning fyri Føroyar, sigur hann við Berlingske.
Danskir miðlar gera í dag nógv burtur úr málinum um Huawei í Føroyum og um loynifundin millum landsstýrisfólk og kinesiska sendiharran – og um fútabannið ímóti Kringvarpinum.