Føroyska uttanríkisráðið fylgir gjølla støðuni aftan á tann óvanliga harða jarðskjálvtan í Kili. Uttanríkisráðið sigur í fráboðan, at tað fylgir gongdini og hevur samband við avvarandi myndugleikar.
Ráðið hevur ikki frætt nakað um, at føroyingar eru komnir í neyðstøðu av náttúruvanlukkuni.
Fólk kunnu venda sær til Uttanríkisráðið á vakttelefon 306115, um óvissa er um
onkran føroying í økinum.