Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um uppsagnir av starvsfólkum í Uttanríkisráðnum vegna sparingar.
Umboðsmaðurin dugdi ikki at síggja, at Uttanríkisráðið í sambandi við sparingar og bygnaðarbroytingar hevði gjørt nakra meting av framtíðarvirkseminum og starvsfólkahópinum samanhildið við tær uppgávur, sum eitt skert Uttanríkisráð skuldi røkja.
Vísandi til ta manglandi fyrisitingarliga viðgerðina helt umboðsmaðurin, at talan var um grundleggjandi feilir í málsviðgerðini av uppsagnarmálunum og gav Uttanríkisráðnum eina álvarsliga átalu fyri hetta.
Umboðsmaðurin mælti løgmanni til at umhugsa at taka hetta málið uppaftur til nýggja viðgerð og lata seg frætta, hvat víðari hendir í málinum.
Av tí, at umboðsmaðurin helt talan vera um álvarslig brek við viðgerðini hjá Uttanríkisráðnum, varð álitið samsvarandi grein 10, stykki 1 í umboðsmanslógini sent formansskapinum í Løgtinginum til kunningar.