Føroya Feitasta Stuðulskonsert var hóskvøldið, har fleiri av landsins fremstu tónleikarum framførdu. Ímillum teirra var Jørgin Niclasen við lagnum ?We are the world? Føroya Feitasta Stuðulskonsert borðreiddi við fleiri av landsins bestu tónleikarum.
Nevnast kunnu Hallur Joensen, Orka v/ Eivør Pálsdóttir og Frændur.
Og tá ið landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jørgin Niclasen, skuldi halda sína røðu, var hann eftir øllum at døma so bergtikin av stemninginum, at hann brast út í sang.
Púra óvæntað treiv uttanríkisráðharrin í kenda sangin ?We are the World?, og tónleikararnir á pallinum byrjaðu skjótt at spæla undir við honum. Umframt sangin gav uttanríkisráðharrin fyrireikarunum eina peningagávu áljóðandi 10.000 krónur.
Jørgin Niclasen hevur áður givið út eitt kassettuband við egnum tónleiki, og í skemtiligari viðmerking til Rás2 segði hann, at tað kanska var uppá tíðina at geva út nýggjan tónleik ? á fløgu.