Uttanríkisráðharrin fyri atfinningum

Fremstu donsku løgfrøðingarnir finnast at Per Stig Møller, uttanríkisráðharra, tí hann hevur sagt, at fangarnir í Guantanamo kunnu verða verandi har í eini 20 ella 30 ár.

Tað var í einari samrøðu við fjølmiðlar, at Per Stig Møller segði, at fangarnir, sum amerikanararnir hava sitandi á herstøðini Guantanamo á Kuba, kunnu verða sitandi har í eini 20 ella 30 ár afturat.
Orð hansara hava elvt til atfinningar, tí ein av fangunum á herstøðini er danskur ríkisborgari.
Tveir teir fremstu løgfrøðingarnir í Danmark, Eva Schmidt og Ole Espersen, siga, at Danmark kann og eigur ikki at góðtaka, at ein danskur ríkiborgari verður hildin fangi so leingi. Tey bæði vísa á, at eingin av fangunum hevur verið fyri einum dómara, hóast teir hava sitið innistongdir í meiri enn eitt ár.
Eva Schmidt sigur, at eru fangarnir tiknir sum brotsmenn, eiga teir at koma fyri rættin, og eru teir krígsfangar, eiga teir sambært Geneve-sáttmálanum at verða sendir heim, tá kríggið, sum teir vórðu tiknir í, er av. Fangarnir vórðu tiknir í Afghanistan, og tað kríggið endaði í fjør, tá tillagingarstjórnin í Kabul tók við valdinum, siga donsku løgfrøðingarnir.