Per Stig Møller sjúkrameldaður, eftir at hann um vikuskiftið datt á súkklu Tað gekk ikki heilt, sum tað skuldi, tá danski uttanríkisráðharrin fór súkklutúr um vikuskiftið. Per Stig Møller var so óheppin at detta, og hann fekk eitt minni brot á kokuna.
Ætlanin var, at Per Stig Møller skuldi verða við til ES toppfund í Bruxelles í morgin, har ES londini skuldu tosa um stríðið í Georgia, men hann hevur givið avboð til fundin.
Danski forsætisráðharrin Anders Fogh Rasmussen fer at umboða Danmark á fundinum.