Uttanríkisráðharrarnir á fund í Útnorðurráðnum

Alt bendir á, at útnorðursamstarvið fer at fáa størri týdning komandi árini, nú áhugin fyri Arktis er so stórur

Íslendska Altingið, har forkvinnan er Unnur Brá Konraðsdóttir,  fer at hýsa Útnorðurráðnum, tá ið ársfundurin verður 31.august og 1.september.

 

Hetta er fyrstu ferð, at ráðið fer at halda fund í einum tjóðartingssali, men næsta ár verður tað í Løgtinginum og í 2019 í Landstingsalinum í Nuuk.

 

Arktis hevur fylt nógv seianstu árini í orðaskiftinum, men í ár verður hetta raðfest uppaftur hægri. Talan er um ein toppfund millum uttanríkisráðharrarnar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Ráðið roynir at fáa ein konstruktivan dialog við stjórnirnar í útnorði.

 

Hetta millum annað tí, at Útnorðurráðið hevur fingið eygleiðarastatus í Arktiska ráðnum.

 

Bryndis Haraldsdóttir úr Ìslandi er forseti í ráðnum, Kári P. Højgaard úr Føroyum , og Lars Emils Johannesen úr Grønlandi eru ávikavist 1. og 2. varaforseti