Uttanríkisráðharrar hittast í Føroyum

Í døgunum 20. til 23. august vitja Vittus Qujaukitsoq og Lilja Alfreðsdóttir, uttanríkisráðharrar í Grønlandi og Íslandi.

Í døgunum 20. til 23. august vitja Vittus Qujaukitsoq og Lilja Alfreðsdóttir, uttanríkisráðharrar í Grønlandi og Íslandi, í Føroyum. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur boðið teimum til Føroyar at viðgera, hvussu samstarvið millum londini í útnorðuri kann mennast.

 

Vittus Qujaukitsoq kemur til Føroya leygardagin 20. august og fer avstað aftur 23. august. Við á ferðini er konan, Naja. Poul Michelsen og Vittus Qujaukitsoq hittast á fundi seinnapartin leygardagin. Á skránni er samstarv millum Føroyar og Grønland á uttanríkispolitiska økinum.

 

Lilja Alfreðsdóttir kemur til Føroya sunnudagin 21. august og fer avstað aftur 22. august.

 

Sunnudagin verður árligi fundurin í Hoyvíksráðnum, har Poul Michelsen og Lilja Alfreðsdóttir fara at viðgera áleikandi mál viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum, eitt nú lodnumálið og útflutning av apoteksvørum til Íslands, umframt onnur uttanríkispolitisk mál.

 

- Sunnudagin fara tey trý, Poul Michelsen, Lilja Alfreðsdóttir og Vittus Qujaukitsoq, at hava felags fund. Á skránni eru samstarvið og handilsviðurskiftini millum tey trý útnorðurlondini, veit uttanríkis-og vinnumálaráðið í Føroyum at siga í dag.