Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
Tað er so mangt, sum ávirkar fiskaprísin.
Abraham Løkin á sølufelagnum, Fofish í Saltangará, sigur, at prísurin á toski 1 og 2 hevur verið væl betur seinastu dagarnar, enn tá ið hann var lægstur herfyri.
Hann heldur, at sølurnar uttanlands í seinastuni hava havt sína ávirkan í so máta við tað, at tær hava lætt nakað um trýstið á marknaðinum her heima. Haraftrat kemur, at eingin línufiskur er landaður seinastu dagarnar, tí línuskipini, sum komu inn fyri páskir, bíðaðu nakrar dagar eftir betri streymi. Tey fóru útaftur tíðliga í síðstu viku og koma væntandi innaftur teir næstu dagarnar.
? Í morgun er aftur nógvur fiskur á marknaðinum í Føroyum, og um middagin fæst at vita, hvussu prísurin verður, sigur Abraham Løkin, sum væntar, at nógvi fiskurin fer at gera, at prísurin á toski lækkar nakað aftur.
Sølur uttanlands
Síðan Fofish fór undir sítt søluvirksemi, hevur felagið selt fleiri lastir, bæði her heima og í Skotlandi. Skip hava siglt beinleiðis á útlendska marknaðin við fiskinum, og í øðrum førum er fiskurin landaður í Føroyum og sendur av landinum.
? Sølurnar uttanlands hava higartil verið rímiliga góðar. Tað hevur í øllum førum loyst seg at selt fiskin á útlendska marknaðinum.
Abraham Løkin sigur, at Fofish hyggur seg eisini um eftir prísunum í Íslandi og Danmark, men higartil er fiskurin, sum er farin av landinum, seldur í Skotlandi.