Stýrisskipanarlógin ásetir, at landsstýrið skal ráðføra seg við uttanlandsnevndina í uttanlandsmálum, sum hava stóran týdning fyri Føroyar. Hendan viðgerð fer fram í trúnaði og í tøttum samstarvi við umboð fyri landsstýrið.
Lesa uppá
Hergeir Nielsen sigur, at teir sjey tingliminir í uttanlandsnevndini fara fyrst og fyrst og fremst at lesa væl upp á.
-Tað er trupult at siga frammaundan hvussu arbeiðsgongdin í nevndini verður. Hetta er nakað limirnir í nevndini mugu semjast um, sigur nevndarformaðurin.
-Hetta er eitt stórt og álvarsamt mál. Fyrst fara vit at lesa tað ígjøgnum. Harnæst fara vit, at ganga ígjøgnum smálutirnar, og vita hvussu tað er skilabest at arbeiða víðari við tí.
Eingin freist ásett
Sambært nevndarformanninum er eingin tíðarfreist ásett fyri nær uttanlandsnevndin skal vera liður við arbeiði sítt.
-Vit taka okkum tað tíð, sum vit halda er neyðug, soleiðis at vit eru fullgreiðir yvir hvat ið liggur í málinum áðrenn vit lata tað frá okkum aftur.
-Kann viðgerðin koma at taka mánaðir?
-Hon kann taka mánaðir, hon kann taka ár, men hon kann eisini koma at taka vikur og dagar. Tað er ringt at siga fyrr enn vit hava sæð uppleggið.
Eitt álit - kanska fleir
Sambært Hergeir Nielsen skal uttanlandsnevndin skriva álit í sjálvsstýrismálinum. Sum ein fordømi nevnir hann málið um marknatrætuna við Bretland, har uttanlandsnevndin hevði tvey tilmæli - eitt fyri og eitt ímóti.
Fæst ikki semju í uttanlandsnevndini, so verða skrivað meirluta- og minnilutatilmæli, sigur Hergeir Nielsen,
-Um so er at vit ikki kunnu semjast í hesum málinum so mugu skrivast nakrar grundgevingar fyri hví mann er samdur og ósamdur, sigur nevndarformaðurin, sum greiðir frá, at nevndin fer at vera í støðunum sambandi við landsstýrismannin í sjálvstýrismálum, Høgna Hoydal.