Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum tekur undir við, at USA fær loyvi at brúka føroyska loftrúmið í sambandi við Irak-kríggið og bardagan ímóti yvirgangi -Uttanlandsnevndin viðmælir løgmanni at geva USA loyvi at nýta føroyskt loftrúm í sambandi við kríggið í Irak og stríðið ímóti yvirgangi.
Tað sigur Johan Dahl, formaður í Uttanlandsnevndini, við Kringvarpið.
Uttanlandsnevndin viðgjørdi málið í gjár, og meirilutin í nevndini samdist um geva USA tað neyðuga loyvið eftir grein 5 í Nato-sáttmálanum, sum snýr seg um at samstarva og hjálpa hvørjum øðrum í krígsstøðu. Loyvið snýr seg um at flúgva í føroyskum loftrúmi og at flúgva og møguliga lenda við vandamiklum farmi.
Øll uttanlandsnevndin uttan Hergeir Nielsen úr Tjóðveldi tók undir við tilmælinum. Hergeir Nielsen vísir á, at einki verður sagt um, hvør flúgving er farin fram í farna árinum, og hvussu vandamikil ella skaðiligur farmurin hjá flogførunum er.
-Vit fáa sostatt onga hóming av, um ætlaða flúgvingin er í samsvari við føroysk áhugamál ella ikki, sigur nevndarlimurin hjá Tjóðveldi.