Formaðurin í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum vil ikki hava, at kanningin av hernaðarmálinum, sum verður liðug síðst í mánaðinum, skal leggjast á hillina í Tinganesi at bíða eftir einari løgtingsviðgerð.
Í dag hevur Hergeir Nielsen sent løgmanni bræv, har hann biður um, at uttanlandsnevndin fær nýggju kanningina, so skjótt sum hon er liðug, og løgmaður hevur fingið hana.
? Løgmaður hevur sagt, at kanningin skal leggjast fyri løgtingið seinni í heyst, men tað er rímuligt, at uttanlandsnevndin fær kanningina beinanvegin, sum hon er liðug síðst í hesum mánaðinum, sigur Hergeir Nielsen við Internet-Sosialin.
? Uttanlandsnevndin er við í viðgerðini av øllum málum, sum snúgva seg um okkara samband við útheimin, tí vilja vit hava hernaðarkanningina í stundini, tá hon er liðug. Vit viljað verða kunnað í hesum málið skjótast gjørligt.
Heirgeir Nielsen heldur, at talan er um so týdningarmikið mál, at uttanlandsnevndin ikki kann lata kanningina liggja í Tinganesi til seinni í heyst, tá hon skal leggjast fyri løgtingið.