Sonne Smith, fjølmiðlamaður
Kanska er tað eina roynd vert aftur at royna at pjøssa upp á tað føroyska málið, sum nú líkist so nógv sirkusdonskum, at nýføroyskt er vorðið ein sirkusdonsk dialekt.
Vit hava altíð sagt: um ársskiftið, um mánaðarskiftið. Vit hava ongantíð sagt: í ársskiftinum, í mánaðarskiftinum. Kortini eru flestir føroyingar farnir at siga: í vikuskiftinum. Logiskt ber tað rætt og slætt ikki til. Og so er tað so sirkusføroyskt, at tað beinleiðis argar.
Spurningurin er: Hvussu ber tað til, at vit føroyingar ikki bara siga tað, sum tað eigur at verða sagt: um vikuskiftið?
Kanska hjálpir tað at siga, at í vikuskiftinum er barnamál, sum als ikki hoyrir heima í fjølmiðlunum, haðani henda ónolla er sprottin.
Hin ónollan í yvirskriftini, uttanlanda er ein týðilig ábending um, at tá ið fólk hiðani eru í útlondum, so eru tey við hvørt í fleiri londum. Tí halda tey tað vera logiskt at siga, at tey eru uttanlanda. Men tað logiska við hesum orðið er, at hóast tú ert í 140 londum, so ert tú UTTANLANDS, tí tú er ikki heima, tað er í landinum Føroyum.
Tað eitur sostatt bara og einki annað enn UTTANLANDS.
Við ómakskvøðu










