Uttan vitan um sernámsfrøði fáa vit ikki ein góðan fólkaskúla

Av tí at sernámsfrøðiliga økið í Føroyum framvegis er ungt, hava vit ikki í nóg stóran mun ment eina vitan um sernámsfrøði, - og serliga við støði í føroyskum jørðildi. Hetta sæst aftur í, hvussu vit fata og arbeiða við sernámsfrøði. Tað heldur Frida Poulsen, útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini og ph.d., við heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.

 

Sernámsfrøðin er ikki ein inkluderaður partur av fólkaskúlanum og almennu skúlaskipanini, og fatanin av, hvat serligur tørvur er, og hvat sernámsfrøði er, er trong. Og tað er hon, hóast tað eru umleið 40 ár síðan fyrstu serlærararnir vóru útbúnir í Føroyum. Tað sigur Frida Poulsen, sum er útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini. Námsvísindadeildin er hetta skúlaárið farin undir nýggjan flokk av lærarum, sum taka eftirútbúgving í sernámsfrøði, tann fjórða í 40 ár.

 

- Hetta er fyrsta stigið at seta eina føroyska sernámsfrøðiliga útbúgving á stovn og at koma fram til nakrar sernámsfrøðiligar hættir at arbeiða við avbjóðingum í fólkaskúlanum. Tað er sera umráðandi, at tey, sum arbeiða við næmingum við serligum tørvi, javnan sleppa at eftirútbúgva seg innan øll øki í sernámsfrøðini. Yvirskipað eru størstu avbjóðingarnar at síggja sernámsfrøðina sum ein inkluderandi og neyðugan part í fólkaskúlanum. Vit fáa ikki ein góðan fólkaskúla uttan eina sernámsfrøðiliga vitan, og hesa vitanina mugu vit hava inni í skúlunum. Tað eru ikki so nógv ár síðani, at børn, sum høvdu serligan tørv, vórðu flutt av landinum. Í øðrum londum hevur gongdin verið tann, at tá ið sernámsfrøðin flutti frá andveikraverndini inn í skúlarnar, fóru tey at útbúgva starvsfólki í sernámsfrøði. Sama gongd hevur ikki verið í so stóran mun í Føroyum. Tá tað er sagt, so er skipað fyri nøkrum eftirútbúgvingum innan tað sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlanum.

 

Frida Poulsen heldur, at vit í stóran mun hava tagt sernámsfrøðina burtur. Lítið og einki er niðurskrivað um sernámsfrøði, og tað ger grundarlagið undir sernámsfrøðini í fólkaskúlanum sera veikt, stendur millum annað í grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, www.skulabladid.fo