Uttan ítróttina var eg ikki á lívi

(Rás2) Í annaðkvøld heldur Mattias Sunneborn fyrilestur um hvussu ítróttur kann fyribyrgja sjálvmorði

Um páskirnar hevur frælsi ítrótturin havt eina sera spennandi vitjan úr Gotlandi í Svøríki. Tað eru teir báðir Mattias Sunneborn og Jorma Jaaskelainen av Gotlandi, ið eru komnir til Føroya at hava nakrar venjingar.

 

Í kvøld vitjaðu teir báðir Rás2 til eitt longri prát.

 

Fyrri parturin snúði seg um oyggjaleikirnar í Gotlandi, og hvat oyggjaleikirnir hava at týða fyri Gotland. Prátað var um hvussu teir upplivdu oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989, og prátað var eisini um venjingarnar teir hava havt í Føroyum farnu dagarnar.

 

Í prátinum var eisini litið aftur á spennandi yrkisleiðina hjá Mattiasi Sunneborn, ið gjørdist EM-vinnari í longdarlopi innandura í 1996.

 

Seinni parturin av samrøðuni snúði seg um eitt sera álvarsamt evnið.

 

Eina viku áðrenn Mattias Sunneborn byrjaði í studentaskúla, tók pápi hansara brádliga lívið av sær. Hetta var ein ovurstórur skelkur fyri Mattias, og hevur sett djúp spor í lív hansara. Í nógv ár vóru fleiri kvøld, har hann græt seg í svøvn. Men skommin um pápan gjørdi, at hann ikki vildi tosa um hetta.

 

Í dag er Mattias ambassadørur fyri svenska felagsskapin Suicide Zero, sum arbeiðir fyri at avmarka sjálvmorðtilburðir. Í Svøríki eru í miðal fýra fólk um dagin, sum taka lívið av sær. Nú Mattias er her í Føroyum, fer hann at hava ein fyrilestur um hetta viðkvæma evni. Hann fer at greiða frá, hvussu ítróttur kann fyribyrgja sjálvmorði og hvussu ítrótturin hevur hjálpt honum víðari í lívinum. 

 

Fyrilesturin hjá Mattias Sunneborn verður í hølunum hjá Starvsmannafelagshúsinum, týskvøldið 3. apríl klokkan 19.30. Tað er ókeypis at koma til fyrilesturin. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Mattias Sunneborn og Jorma Jaaskelainen av Gotlandi.

 

- Eg hevði ikki verið á lívi, um tað ikki var fyri ítróttina, staðfestir Mattias Sunneborn í samrøðuni.

 

Mattias Sunneborn vónar, at mong koma til fyrilesturin, og hann undirstrikar, at fyrilesturin er ikki bara fyri ítróttarhugað.