Ímynda tær, at tú skalt goyma eitt týdningarmikið teldusamskifti millum teg og ein stovn. Tú finnur eina fløgu, goymir teldupostarnir á henni og leggur hana til síðis.
Fimm ár seinni skalt tú brúka hesar upplýsingar í til dømis einum rættarmáli. Men hvat – í tíðini, sum er liðin, eru allar teldur og program skift út. Brádliga finst ongin máti at lesa tydningarmiklu brøvini á tíni fløgu. Títt brævasamskifti við stovnin er snøgt sagt ikki til longur.
Pappír mest støðugt
Ræðumyndir, sum hesar, eru als ikki so veruleikafjarar, sum tær kunnu ljóða.
- Fólk fáa jú javnan dokumentir inn á telduna, sum tey ikki fáa latið upp. Í allari hesi ótrúliga framkomnu teldutøknini, hava vit framvegis ongi program, sum eru líka støðug, sum pappír, sigur Sámal Tróndur Jóhansen, landsskjalavørður.
Hann greiðir frá, at tá tað snýr seg um pappírskjøl, er tað í fyrsta umfari nokk bara at goyma tey. Við talgildum tilfari, ella KT varðveitslu, mást tú hinvegin fyrst og fremst hugsa um, hvussu tú goymir tilfarið.
- Fyrimunurin við talgildum søvnum er, at tú lutfallsliga skjótt og lætt kanst goyma alt. Hinvegin, um ein fløga oyðilegst av eitt nú sólarljósi, so missur tú eisini alt á henni líka skjótt, sigur Sámal Tróndur Jóhansen.
Tí kunnu øll skjøl og søvn um okkum og okkara tíð forfarast, uttan at nakar gevur tí ans. Hendir tað, merkir tað í prinsippinum, at um eini 100 ár veit ongin av, at vit nakrantíð hava verið til. Tað kann í øllum førum ikki prógvast.
Langt á mál
Tískil er ein av stóru uppgávunum hjá skjalasøvnum í løtuni at finna ein tryggan máta at varðveita talgilt tilfar. Hetta verður eisini eitt av høvuðsevnunum á stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum næsta vikuskifti, sum Landskjalasavnið skipar fyri í sambandi við at savnið fylti 75 ár 1. juni í ár. Á ráðstevnuni fara bæði føroyskir og útlendskir fyrilestrahaldarar at greiða frá, hvussu tey á hvør sínum øki royna at loysa uppgávuna at varðveita talgilt tilfar.
Sámal Tróndur Jóhansen greiðir frá, at Danmark verður mett at vera eitt av mest framkomnu londunum innan KT varðveitslu. Fyri hálvum ári síðani var hann á skeiði í Danmark, har hann fekk innlit í tær mannagongdir, danir hava ment á hesum øki. Millum annað verður kravt, at allar myndir verða goymdar á ein ávísan hátt, at øll skjøl verða goymd í tveimum eintøkum á tveimum ymsum sløgum av fløgum o.s.fr. -
- Meðan eg var har, var eg við til at taka ímóti 300 avhendingum av skjølum frá ymsum stovnum. Ongin av teimum hevði uppfylt krøvini um varðveitslu, og máttu tey tí gera alt umaftur, sigur Sámal Tróndur Jónhansen, og leggur afturat, at enn er langt á mál, tá tað ræður um at læra stovnar og fólk at varðveita talgilt tilfar.
- Herfyri gjørdi Landsskjalasavnið eina kanning, sum vísti, at sera fáir stovnar í Føroyum hava orðaðar mannagongdir fyri, hvussu telduskjøl og –postur skal goymast.
- Spurningurin er so, hvar øll hesi skjølini og brøvini blíva av. Beint nú liggja tey á onkrari teldu, men hvat verður av teimum, tá teldan er útskift ella persónurin er farin úr starvi, spyr landsskjalavørðurin.
Tvørskurður av samfelagnum
Landsskjalasavnið hevur tó aðrar uppgávur um hendi enn KT varðveitslu. Í sambandi við 75 ára hátíðarhaldið verður millum annað ein framsýning av skjølum frá Kongaliga Einahandlinum, sum fyri stuttum vóru fingin heim til Føroyar úr Danmark. Sámal Tróndur Jóhansen fegnast um, at tað er eydnast at fáa hesi skjølini heim aftur. Hann ivast nevniliga ikki í, at skjølini frá Einahandlinum eru týdningarmesta einstaka føroyska savn frá 1800 talinum.
- Savnið er í grundini ein tvørskurður av føroyska samfelagnum og liviháttinum gjøgnum eitt langt tíðarskeið. Stórt sæð allir føroyingar frá tí tíðini eru skrásettir har, við tað at øll søla og alt keyp gekk gjøgnum Einahandilin, sigur landsskjalavørðurin.
Skjølini eru fyribils fyrsta úrslitið av eini sokallaðari prinsippavtalu millum føroyska Mentamálaráðið og danska Kulturministeriet um afturbering av skjølum, sum viðkoma ella hoyra heima í Føroyum.
Hendan avtalan fer at gera tað munandi lættari hjá søgufrøðingum og granskarum í Føroyum at fáa hendir á nógvum føroyskum skjølum. Hartil dylir landsskjalavørðurin ikki yvir, at avtalan hevur eitt týðandi symbolskt virði, við tað at hon letur upp fyri, at hópin av føroyskum skjølum nú verða at finna, har tey hoyra heima.
--------------------------------------------------------------------
15 kilometrar av skjølum
Landsskjalasavnið hevur í dag eftirlit við umleið 15 kilometur langari røð av skjølum, sum eru í varðveitslu á ymsum stovnum kring landið.
Inni á sjálvum savninum eru á leið 5 kilometrar av hillum við út við 20 milliónir skjølum. Um savnið skuldi rúmað øllum teimum skjølum, tað hevur eftirlit við, hevði brúk verið fyri eini 15 kilometrum av hillum afturat.
Elsta savnindi, ið er varðveitt á Landsskjalasavninum, er Kongsbókin fra 1298
------------------------
Brot úr Føroya søgu
Leygardagin 1. september skipar Landsskjalasavnið fyri ráðstevnini ”Brot úr Føroya søgu”. Tiltakið er skipað sum ein røð av fyrilestrum um ymisk evni úr føroyskari søgu. Felags fyri allar fyrilestrarnar er, at teir eru grundaðir á skjalarannsóknir, tvs. á skrivligar keldur úr skjalasøvnum. Fyrilestrarnir eru allir á føroyskum.
Ráðstevnan ”Brot úr Føroya søgu” er ætlað øllum, sum hava áhuga í føroyskari søgu. Tað er ókeypis at luttaka á ráðstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum.
Øll kunnu brúka savnið
Øll kunnu koma inn á Landsskjalasavnið og biðja um loyvi at síggja skjøl og seta spurningar. Sambært lóg um Landsskjalasavn ber til at fáa atgongd til skjøl, ið stovnar hava latið savninum, tá hesi eru 30 ára gomul. Stovnurin, ið avhendir, kann saman við Landsskjalasavninum, áseta eina longri atgeingisfreist, um serlig viðurskifti krevja hetta.
Skjøl, sum innihalda privatar upplýsingar hjá einstaklingum, skulu vera 80 ára gomul, áðrenn vitjandi sleppa at síggja tey. Til ber tó at søkja um frávik frá hesum reglum, um upplýsingarnir skulu brúkast til gransking ella snúgva seg um egin viðurskiftið.
Hvørt ár vitja eini 2500 fólk lesistovuna á Landsskjalasavninum. Stórsti parturin eru fólk, sum fáast við ættargransking.