Uttan Kristin var einki Sjálvstýri

Hóast mong mundu smírast, tá tað gjørdist greitt, at nýggjasti sjálvstýrismaðurin í Føroyum, Kristin Michelsen, varð valdur á ting í staðin fyri Jógvan Skorheim, so var tað trekkið við at stilla fyrrverandi tjóðveldismannin og fyrrverandi javnaðarmannin upp á sjálvstýrislistan, sum gjørdi, at Sjálvstýrisflokkurin fekk umboðan á tingi.

Sum væntað gekk valið illa hjá Sjálvstýrisflokkinum. Flokkurin misti hálvtannaðhundrað atkvøður og fekk bara 3,4 prosent í móti 4 prosent á valinum í 2015.

Men hevði Kristin Michelsen ikki verið á listanum, so hevði flokkurin heilt víst ikki fingið so gott val í Suðuroy, sum hann fekk.

Sjálvt um Kristin Michelsen bert hevði verið sjálvstýrismaður í 14 dagar, so eydnaðist honum at vinna tingsessin hjá flokkum – ja í persónligum atkvøðum smurdi hann formannin í Sjálvstýrisflokkinum av við 298 atkvøðum ímóti einans 229 til Jógvan Skorheim í Klaksvík.

Tað er fyrstu ferð síðani 1936, at suðuroyingar velja ein úr Sjálvstýrisflokkinum á ting. Seinast var tá Edward Mitens varð valdur í 1936.

Men var tað ikki fyri spildurnýggja sjálvstýrismannin í Froðba, so var als eingin Sjálvstýrisflokkur á tingi. Tær 298 atkvøðurnar hjá Kristini Michelsen eru 0,9 prosent av samlaðu atkvøðunum. Tilsamans fekk Sjálvstýrisflokkurin 3,4 prosent. Draga vit 0,9 prosent frá teimum 3,4, so eru bert 2,5 prosent eftir, og tað hevði ikki verið nóg mikið til ein løgtingssess. Til tess krevst 1/33 partur av samlaðu atkvøðunum, sum er tað sama sum 3,03 prosent.