Alla vikuna hevur í Klaksvík verið varpað ljós á hugtakið »Uttan Harðskap«. ST hevur ásett 2. oktober at vera »ikki harðskaps dag«.
Tað var Húsið, sum skjeyt upp at seta henda dagin á skrá við fyrilestrum fyri starvsfólkum innan ansingarstovnarnar, frítíðarfeløg, skúlarnar og onnur áhugaði.
Eisini varð skipað fyri uppleggi fyri teimum ungu, sum hava sína gongd í Húsinum, har eisini Politiið greiddi frá.
Allir ansingarstovnarnir hava í tíggjar dagar verið á skeiði í Húsinum, har Elin Winther Poulsen frá »Sig frá« og Hans Mourits Foldbo, sálarfrøðingur hava greitt fra hugtakinum kring harðskap.
Í dag hava lærarnir eini 70 í tali, verið á líknandi skeiði í skúlanum. Í kvøld var so felags foreldrafundur fyri Skúlan á Ziskatrøð og Skúlan við Ósánna, har eisini Elin Winther Poulsen og Hans Mourits Foldbo hava greiddu frá, og Tonja Ziskason greiddi frá um fráboðanarskylduna.
Eisini var ein hugtakandi leikur um happing, sum ein genta, ið var 12 ár hevur skrivað, framførdur.
Tiltakið hevur verið skipað í góðum samstarvi millum Húsið, Sosialu deild, Mentanardeildina, skúlastýrini, skúlarnar, barnagarðarnar og frítíðarfeløg í Klaksvík.
Myndirnar tók Dávur Winther