Uttan Giggs í fýra vikur

Ryan Giggs bleiv skaddur tá hann rendi saman við Steve Sidwell í dystinum í fyrrakvøldið, tá Aston Villa og Manchester United spældu javnt á Villa Park. Tað er nú staðfest at Ryan Giggs ikki kann spæla fótbólt í fýra vikur. Hetta merkir at Sir Alex Ferguson má síggja burtur frá 36-ára gamla walisanum til Champions League dystirnar móti AC Milan. Hann verður heldur ikki tøkur til Carling Cup finaluna, sum verður 28. februar.