Eg havi hildið mær aftur nú í eitt heilt lív við at siga mína erligu meining um andan í samfelagnum her heima hjá okkum, ið eg altíð havi ynskt mær var nakað betur. Verii og verri er hesin andin vorðin við tíðini. Men nú er tíð hjá mær at siga hana. Og um eg ikki kann siga hana, uttan nakað sum helst víðari, so skal eg nokk við gleði gjalda einhvønn kostnað, ið kann verða sendur mær higar frá býttum feiklingum.
Hví er ongin annar Janus komin, síðani at Janus mátti fara víðari? Hví er ongin snøggari komin síðani Heðin legði árarnar inn? Hví er onki gamalt træ komið, síðani at William tók sær ein steðg frá at telgja? Og hví skal ein matstovueigari, sum annars er fittur, sleppa at nýta hettar træðið til hvat sum helst í friði og náðum?
Eg kenni nógvar góðar og djarvar menn í okkara samfelag. Men eg harmist um, at teir ikki bíta betur frá sær, tá freklingurin trumfar sín vilja ígjøggnum uttan nakað sum helst víðari. Eg kenni nógvar sera gløggar menn, men tað sita ikki á hægstu postinum, eins og teir áttu at siti á.
Eg vildi ynskt, at teir gjørdu alt, ið teir vóru menntir, ið eg gott veit at teir kunna verða menntir, seta teir sær tað fyri, og minna seg sálvan á, at sumt her á fold er vert ein skarpan gang. Tað einasta, sum ein góður stríðsmaður á hesi fold bara skal minnast til í hesari tíðini, er at fara í kríggj uttan at gera nakran fólksligan skaða, men at nýta einfalt gott skil og trygg vís argumentir. So lati svørini liggja hesaferð.
Hasir pengarnir úr Danmark hava aldrin smakkað okkum serliga væl. Tað vita vit øll væl innast inni. Og at nøkur halda, at vit noyðast at blíva við at taka ímóti teimum kann verða tí, at tey fáa nakað burturúr teimum, sum tann lítli maðurin á gøtuni tíverri aldrin fær nóg stóran ein part av.
Eg eri so troyttur av at hoyra so væl, og at síggja so væl, at kenna á mær so væl, og ikki at loyva mær at siga nøkur orð um tað, uttan at fáa eina keðiliga kenslu í magan. Tað er við at oyðileggja meg. Men eg blívi við, eg havi ein vilja, ið ikki kann boyggjast, og eina visión av teimum størru.
Eg eri ikki ein, sum sigur nakað fyri at oyðileggja nakað sum helst. Og eg gevi sjálvdan rós til stuttleikar. Eg taki til orðanna tá eg veruliga kenni meg noyddan til tess, tí at onki annað ber til hjá einum manni sum mær, uttan okkurt skilaleyst kann standast av tí, sum t.d. fólkaskaði.
Tað er als ikki stuttligt at hava tað soleiðis. Men tað er enn minni stuttligt at skula blíva við at hava tað soleiðis, tí at tey gløggu er vorðin so mikið bangin fyri teimum freku, at tey ikki tora at geva teimum ein lúsing við góðari meining aftanfyri longur. Hvat við at smekka nevan í borðið, og tað við góðari megi, so at vit sum ikki eiga so nógv, og ikki hava uppiborðið at hava tað keðiligt, fáa, um ikki alt, so nakað av tí sum vit hava uppiborðið? Og hvat so, um tey sum hava uppboiðið at hava tað meira keðiligt, fáa tað meira keðiligt. Hvør veit um tá fleiri fara at tíma at ganga sær ein túr úti á gøtunum, og har fáa sær eitt gott kjak í lag, ístaðinfyri at noyðast at fara á alnótar kjaktorgið fyri og at finna tað, og tað við einum eykknevni?
Eg tað vorðið forboðið í okkara samfelag at seta tey býttu og freku upp á pláss. Er tað vorðið forboðið at hava eina sjálvstøðuga meining, grundað á eins egna lív og royndir, uttan at skula noyðast at verða útihýstur og manipuleraður av talvborðinum.
Hesi børnini hjá okkum, sum eiga alt tey nakrantíð hava peikað á, hava tey nú fingið so nógv gott burturúr tí? Skula vit gera tey so heilagi, at ein maður sum eg skal verða bangin fyri at taka tey í hondina, og kína teimum eftir kinninum og siga pent góðandagin.
Eitt er at straffa tann, ið gongur og ger fortreð til stuttleikar, ella fyri at sleppa av við eitt ella annað. Ein slíkan mann eri eg fullvæl við uppá fær ein straff, sum vil nakað. Men tað skal verða ein straffur, sum vil nakað gott. Nevniligani tað, at viðkomandi lærir av sínum mistaki og kemur víðari, og kann fáa frið til at sleppa at verða til nakra nyttu, uttan at skula fáa nakað at vita alla tíðina.
Hví er hendan tíðin hjá okkum vorðin so strang og íblástrarleys, at tað mangan verður flennt eftir teimum, ið offra seg fyri málningarnar, tónarnar, og sjónleikin við meira. Hví eru summi so frek at flenna eftir hesum somu, tá tey í tíðarbilum onki fáa gjørt uttan at ganga og drekka og annað, og spilla talentini, tí at ov fá duga at lurta eftir teimum, og síggja hvat tað er, sum tey veruliga duga.
Tey gera eitt týdningarmikið arbeiði. Tað veit eg, tí at annars hevði eg nokk skula skift arbeiði umgangandi. Men eg arbeiði ikki fyri pengarnar, ella fyri tann sum eigur allar pengarnar. Eg arbeiði bara fyri tað, sum eg haldi verða allar týdningarmiklast. Eg havi goldið nógv higartil, fyri at sleppa at halda fast í tí, sum eg enn geri og arbeiði við. Men eg havi gjørt tað, við tí í huga, at ongin skulda taka nakran sum helst skaða av tí. Tað ljóðar kanska einfalt og býtt at siga soleiðis hjá mær, men er søgan nú so stutt. Tað havi eg hóðast alt roynt. Um tað er miseydnað nakrar ferðirnar, so vildi eg ynskt at tit dugdu at fyrigeva mær, ístaðin fyri at finna upp á óneyðugan slatur, ið er keðiligur fyri bæði meg og teg. Tað kann ongin brúka til nakað. Tað eru tey av tykkum, ið altíð fara niður í detaljurnar fyri at finna okkurt at spenna bein við, ístaðin fyri at trakka útfrá og síggja, hvat tað er, ið eg royni at stríðast fyri. Tí at eg stríðist alla tíðina, sjálvt í hvørjari einastu kaffipausu, og mangan uttan eitt einasta orð, men bert við hugsan.
Hví skal eg síggja eina sum Kristinu leggja frá sær, og ein sum Heina øsa seg, tí at hann kennir seg verða viðfarnan uttan nóg mikla virðing? Hattar eru ikki fólk, sum leggja frá sær fyri stuttleikar, ella fara heim við gron fyri stuttleikar. Men bæði brenna 100% fyri einari góðari sak, tað skal tað aldrin verða nakar ivi frá mær sáddur um. Tað havi eg langt síðani funnið útav, tí at eg bæði síggi og hoyri, at tey meina tað, og at tey trúgva upp á nakað.
Nú er tað so væl dámt her heima eftirhondini, at alt sum er ósjónligt, uttan tað sum er í tilbiðingarhúsunum, ikki er til, og um tað er til, so má tað verða av tí ónda. Men tað kemur vreiði í meg, tá eg hoyri onkran flenna eftir tí, sum fortelur um tey, sum dugdu gand her í farnum tíðum. Og tað kemur vreiði í meg, tá eg síggi og hoyri, at fólk ikki liva upp til tann mannin, ið kendi seg noyddan at fara út um allar geilar við svørinum, tí at hann veruliga trúði og bardist fyri einum hægri endamáli, ið hann visti var skilagott at innføra. Hvat við at royna at liva upp til hann so tað baskar og ekkóar eftirí, áðrenn tit skunda tykkum at reisa eina standmynd fyri at heiðra hann? Man hann verða so glaður, har hansara sál sveimar í dag.
Eg hoyri væl og síggi alt. Tað kann eg lova tykkum fyri. Og eg skal nokk lata verða við at taka nakran sum helst til gísla ella gera nakað ringt fyri tað. Men tað kann verða at onkur farin sál hevur teska nøkur orð til mín. Og tað kann verða at tað er gjørt við virðing og einari góðari vreiði.
Fyri tað um ein kroppur verður lagdur í jørðina, so noyðist tað ikki altíð at týða at menni er burtur fyri evigt. Men tá eitt menni hevur lært av sínum mistøkum, so teskar tað ikki góð ráð til nakran, ið kann finna uppá at gera nakað sum helst bítt, ella fortreð við tí sum sagt verður. Tey fáa aldrin møguleikan at hoyra hettar menni teska, tí at tey fara ikki at duga at gera gott við tí, sum teska verður um.
Hasin maðurin sunnanfyri, ið kendi seg noyddan at biða land sítt gráta. Hann var slett ikki so býttur. Landið legðist í ein reinsandi grát og fólkasálin lyfti seg og var bjartari. Hvat við at gráta í 5 dagar, arbeiða uttan eina krónu í aðrar 5 dagar, royna at duga betur at arbeiða betur saman við betri virðing fyri hvørjum øðrum, fyri síðani at feira eina ektaða og sterka fragd restina av ævini, sum komandi børnini eisini kunna fáa stóru gleði av. Hvat tosi eg um er? Jú, hattar tjóðveldi, ið Kristina lærdi meg nakað um. Hvør veit, um nakar tá tímur at stovna eitt felag við navni guðloysi, sum tað er brúk fyri í dag.
Jú, tað kann eg gott siga tykkum. Um tað so skal kosta mær at tit halda meg verða svakan. At her verður dúgligani teska til mín, her sum eg eri nú, millum tey sálarsjúku, sum ein sálarsjúkur. Og tit skula verða vælkomin at koma at vitja meg, tí at eg eri ikki bangin fyri einum einasta einum av tykkum longur, og eg ætli mær aldrin at grípa til nøkur vápn, uttan so at eg geri tað við orðum, vilja og treiskni, og intensari hugsan, og kanska einum geyli. Men kemur nakar út higar at tilbiða meg, ella at gera okkurt mótsatt, so skula tey fáa av at vita frá mær.
So nú kunna tit lurta ella lata verða. Men tað sum eg eri farin at síggja fyri mær. Afturvendir føroyingar, rík, ið geva teimum, ið hava minni, og ein luft, ið smakkar betri enn nakað annað tit nakrantíð fyrr hava smakka, ja, er tað ikki vert eina orkan av orðum, ið førur nakrar grundleggjandi broytingar við sær, og lyftur Tjóðina uppá tað støði, ið hon einaferð var á fyri fleiri hundrað árum síðani. Tað ætli eg mær at berjast fyri, og tað uttan nakað sum helst svørð, annað enn tað, ið er komi til sjóndar í sinninum á mær.
Fari nú úr hasum keðiligu bilinum, spyrji mannin á gøtuni um tíð ikki er komin til eina langa góða samtalu, og latið nú verða við at verða so bangin fyri alla somlu tíðina.
Tað er gott at verða bangin, tá tað sunt fri ein at verða bangin. Men at renna undan grundleggjandi trupuleikum alt sítt lív, tað er nakað sum tit skula verða nógv meira bangin fyri.
Eg ynski tykkum øllum væl. Tað er heilt vist. Men eg helt at tíðin var komin til ein uppsang, og eg havi enn fleiri, fleiri í mær, síggi eg ikki fólk ganga og tosa saman á okkara gøtum aftur innan eina viku, og fólk sum taka ein kjans og geva teimum frekastu ein harðan lúsing við góðari meining aftanfyri.
Hettar skrivaði eg fyri tjóðina, og eg krevji ikki eina tí einastu krónu fyri tað. Kom nú Føroyar. Tosi hart við tey freku, og tey sum bara hugsa um pengarnar og onki annað, og lyfti hesa tjóðina uppá eitt endaleyst flog, so at pláss aftur verður fyri øllum. Tí at tað var tað í gomlum døgum, í hvussu nógv betur enn tað er í dag. Eg hevði nógv heldur vilja bú úti á Fugloynni hjá nøkrum av mínum forfedrum, sum stríddust fyri at liva og búgva har, fyri 200 árum síðani, enn at verið her í Havnini í dag. Eg var har fyri stuttum, og eg hitti ein eldri sera fittan mann, og ein yngri sera frekan mann. Men hvørgin rørdi meg, og báðir rættu mær hondina, tá eg bað um góðandag.
Er hettar landið ikki vert eitt smekk í borðið, ein næstan eina orkan av tosið, so at vit kunna smakka ein søta tøgn aftaná, næstan eins og vit børnini gjørdu dagin aftaná eina aðra orkan í 1988. Okkurt var brotnað, men merkiliga lítil fólkaskaði, sum eg havi hoyrt, tíbetur. Eg haldi at tað hevði verið uppá sítt pláss, at smekka nevan ógvusliga niður í borðið nakað oftari í hesum landinum. Nógv oftari. Eg eri troyttur av at tey býttu og freku altíð skula vinna. Nú skal eg ikki nevna nakran ávísan flokk, men tit vita væl, hugsa tit tykkum um, hvønn flokk eg ikki kann fortorga. Men hesin flokkurin hevur fyngi góðan arbeiðsfrið fyri mær, sjálvt um eg onkra øðisløtu havi hugsa um at gjørt bæði eitt og annað við hann. Tað gleðina skula teir ikki fáa, at eg skal oyðileggja meg og mínar framtíðar møguleika, fyri at seta teir upp á eitt nógv betur pláss.
Eg átti ein abba í Klaksvík, sum var stórur og sera sterkur, ættaður frá Kirkju í Hattarvík, og ein úr Vági har Suðuri, ið var nakað veikur tíverri, men gløggur, og nú eri eg nakað so troyttur av at liggja her í Havn og skula royna at fáa báðar extremarnar, hettar í tvífaldur týdningi, at passa saman. Men er trúgvi uppá at tað skal nokk eydnast mær fyri ella seinni. Tað sum eg vil, tað vil eg 100%, og eg steðgi ikki fyrr enn eg eri komin á mál. Einasti regulin er, at ongin annar skal taka skaða av mær, meðan er renni móti málinum. Tað er sjálvdan komið fyri, uttan at onkur sum innast inni er bangin fyri einum manni sum mær, hevur spent bein fyri mær. Men eg eri so treiskur at eg havi reist meg hvørja einastu ferð. Eg gevi ikki upp fyrr enn eg liggi deyður. Eitt ógvusligt orð, ið eg als ikki eri bangin fyri meira. Eg havi nógvar góðar kreftir í mær, og vinir sum bíða eftir mær bæði her og der. Kom nú. Kom nú. Vilji. Vilji. Føroyar, Føroyar. Um vit rópa hettar landsnavn hjá okkum øll í senn og nógv ofta, hvør veit um hendan tjóðin hjá okkum ikki fer strúkandi uppeftir á flog, og verðin endiligani sleppur at njóta tað orginalu útgávuna. Tað høvdu tey flestu har úti verið hjartans glað fyri at sloppið.
Fyri pápa mín Mortan, og mína egnu tjóð.