Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið?
- Tað er avgerandi fyri framtíðina í Suðuroynni, at Suðuroyartunilin kemur. Uttan tunnil, verður framtíðin døpur. Tí má og skal hann koma. Mínar vónir eru bjartar. Haldi flest øll hava sæð, at Suðuroyartunnilin bæði er ein neyðug íløga og ein fyritreyt fyri framtíðina í oynni.
Tað sigur Sirið Stenberg, løgtingskvinna.
Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil at hava fyri Suðuroynna?
- Suðuroyartunilin hevur allan týdning - fyri alt, eitt nú at verða partur av einum arbeiðsmarknaði og samfelagnum sum heild. Í løtuni fáa vit ikki lut í fólkavøkstrinum, og inntøkurnar eru í miðal nógv lægri enn í miðstaðarøkinum og restini av landinum. Fjarstøðan og ferðasambandið eru høvuðsorsøkin.
Sirið Stenberg vísir á, at samferðsla og mobilitetur hevur alt at siga. Tað er avgerandi fyri búseting, vinnu og trivnað. Við Suðuroyartunlinum fáa vit lut í samfelagnum, og Føroyar veksa, tí restin av fólkinum fær samstundis lættari atgongd til oynna.
Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið?
- Um fast samband ikki kemur, so doyr oyggin spakuliga út. So verður hon frítíðaroyggj, og ung fólk fara ikki at seta búgv. Vit mugu ikki koma har til, at fólk missa vónina. Tí mugu allar kreftir savnast um tunnilin.
Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undirsjóvartunnil undir Suðuroyarfirði kann gerast veruleiki?
- Komandi ár skuldu forkanningarnar verið komnar so mikið væl áleiðis, at vit fáa tikið støðu til málið. So, um eini átta ár má verða koyrandi, sigur Sirið Stenberg, løgtingskvinna.