Hetta staðfestir slovenski Føroya-serfrøðingurin, Marko Hladnik Heima í Slovenia verður Marko Hladnik, sum lesur málfrøði á universitetinum í Utrecht í Niðurlondum, roknaður fyri at verða tann fremsti serfrøðingurin, tá tað kemur til vitan um Føroyar, og føroysk viðurskifti í síni heild.
Marko Hladnik hevur saman við turkisku unnustu sínari verið og vitjað í Føroyum. Og vóru tey uppá pláss á Svangaskarði, og sóu dystin millum Føroyar og Slovenia fríggjakvøldið.
Sjálvur viðsti Marko Hladnik einki um Føroyar, fyrr enn Føroyar og Slovenia endaðu í sama undankappingarbólki til HM í 2002.
Hann staðfestir, at Føroyar fingu veruliga eina viðurkenning í Slovenia, aftaná minniliga 2-2 javnleikin á Svangaskarði á seinsumri í 2000.
Áðrenn returdystin á heysti í 2001, skrivaði Marko Hladnik eina stóra grein um Føroyar í einum av teimum størstu bløðunum í Slovenia.
Og Marko Hladnik er ikki í iva: - Høvdu tit ikki tikið lut í altjóða fótbólti, so høvdu kanska bara eitt ella tvey prosent av slovenum vita, at tit vóru til. Tá hevði bara verið talan um ?skandinavistar? - norðurlendskar entusiastar. Takkað verið tykkara luttøku í undankappingum í fótbólti, so veit, ið hvussu er annar hvør sloveni, at Føroyar eru til.
So um úrslitini kanska ikki koma á vøllinum, so síggjast onnur úrslit aðrastaðni.
Marko Hladnik vitjar í Rásarúminum í Vágsbotni í morgin klokkan 11.15.









