Uttan breiða politiska semju gerst einki

Stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, er fyri at privatisera almennar fyritøkur. Hann heldur tað vera avgerandi, at fyri hvørja fyritøku sær verður funnin tann rætti prísurin. Tað er avgerandi, at vit selja, meðan tað gongur væl í búskapinum eins og hjá fyritøkunum. Ein breiður politiskur meiriluti skal til fyri at seta ætlanirnar í verk. Enn er langt á mál í ætlanum um at einskilja almennu føroysku fyritøkurnar



Vinnulív/Samrøða

Løgmaður vil fegin hava, at tær fyritøkurnar, sum landsstýrið og tað almenna eiga, skulu á privatar hendur. Í løgmansrøðu sínari á ólavsøku í 2000 boðaði løgmaður, Anfinn Kallsberg, frá, at landsstýrið fór í holt við at fyrireika privatiseringar í tí, at landsins ovastu myndugleikar fóru at seta eitt kanningararbeiðið í verk, ið hevði til endamáls at greiða nakrar av mest týdningarmiklu spurningunum í sambandi við privatiseringar. Og hetta er eisini ein gongd, sum kenna uttan úr heimi. Ongland gekk undan í áttatiárunum, tá stórt sæð alt varð privatiserað. Síðani hevur ein eitt sindur meira hóvlig gongd verið at sæð, sum er í tráð við tað ný-liberialistiska heimsrákið.
Ein kanning, ið skuldi umfata virðismeting av stovnum og fyritøkum hjá landinum, fyrimunir og vansar við møguligari sølu og hvussu ein møgulig tilgongd kundi verið skipað.
Síðani tá er ein frágreiðing skrivað. Samsvarandi við, at privatisering nú eitur einskiljing, so hava tey bestu innan almennaumsiting nú skrivað Frágreiðing um at einskilja fyritøkur landsins. Tað er henda frágreiðing, sum liggur sum grundarlag fyri frágreiðing frá løgmanni um einskiljing av fyritøkunum og komandi aðalorðaskiftinum á tingi.
Vit hava sett Jørn Astrup Hansen stevnu til eitt prát, har privatiseringar eru temaið.

Fyri
Stjórin fyri Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, kom til Føroya í 1993. Líka síðani hann kom til oyggjarnar hevur hann verið at kalla miðpunktið í føroyska bankaheiminum. Hann varð settur í starv sum stjóri í tí illa strandaða Sjóvinnubankanum; árið eftir gjørdist hann stjóri í tí ?nýggja? Føroya Banka, sum varð samansettur av Sjóvinnubankanum og Føroya Banka. Og hann hevur verið verandi í Føroyum líka síðani. Hann er í dag somikið føroyskur, at hóast hann enn tosar danskt, so skilir hann føroyskt, og hann kennir føroyskt vinnulív út og inn. Føroyar og føroyska samfelagið verða eisini rópt ?vi? av bankastjóranum, meðan vit sita og práta.
Jørn Astrup Hansen telist eisini millum tey, ið halda, at tað at privatisera fyritøkurnar hjá tí almenna er nakað gott. Hetta er eitt gott fyri fyritøkurnar sjálvar og ikki minst landskassan og samfelagið. Bankastjórin heldur, at hansara egni banki væl kann privatiserast, og hann er mestur eisini ein gloypibiti fyri strategiskar íleggjarar. Hann hevur tó als einki at klaga um, og hann heldur, at mynguleikarnir hava víst fyrimyndarligan atburð í sambandi við, hvussu teir hava rikið ella latið bankan verða riknan gjøgnum Fíggingargrunnin, ið eigur Føroya Banki. Fíggingargrunnurin virkar heldur ikki, sum vanligir grunnar, tí grunnurin betalur vinningsbýti til landsstýrið, ið eigur Fíggingargrunnin, og hetta gera grunnar vanliga ikki.
Sum prinsipp er Jørn Astrup fyri privatiseringum, men hann kennir tað ikki soleiðis, at allar fyritøkurnar hjá tí almenna eiga at verða tiknar fram í sambandi við ætlaðar privatiseringar, tí hetta er at meta meira sum provokatión enn nakað annað.
?Tað er eyðsæð, at fyritøkur sum Føroya Banka og Atlantic Airways eiga og helst eisini kunnu verða privatiseraðar , har tað eisini eru áhugaðir keyparar, men at privatisera Postverk Føroya og Strandferðsluna meti eg meira sum provakatión enn nakað annað, sigur Jørn Astrup Hansen.
Eitt annað prinsipp hjá Jørn Astrup er, at privatar fyritøkur sum ein meginregla verða betri riknar enn almennar fyritøkur. Hann avvísir í hesum sambandi eisini tann tankan um, at fyritøkurnar skjótt eru í einari nýggjari kreppu sum fyrst í hálvfemsunum, og so má tað almenna aftur koma inn og taka um endan.
?Støðan í 92-93 var nakað heilt serligt. Talan var um, at allur búskapurin og alt samfelagið var koyrt so ótrúliga langt út móti eggini, at tað ikki vendist aftur. Hetta kunnu vit sum so ikki rokna við hendur aftur. Vit mugu jú rokna við, at fólk reka fyritøkurnar fyri at tær skulu kasta pengar av sær og ikki fyri at koyra tær á heysin, tá hetta ikki gevur nakran vinning, metir Jørn Astrup Hansen.

Krøv
Frágreiðingin um at einskilja fyritøkur landsins er sum áður sagt skrivað við tí fyri eygað at kanna fortreytir og møguligar støður í sambandi við privatiseringar av almennu fyritøkunum. Frágreiðingin metir tað vera møguligt at privatisera allar av teimum almennu fyritøkunum, ið verða tiknar við frágreiðingini. Frágreiðingin nýtir tó tað fyrilit, at skilja ímillum natúrligt monopol og ónatúrligt, tá spurningurin um monopol og kapping millum alment og privat er rættiliga avgerandi í øllum kjakinum um at privatisera.
Jørn Astrup Hansen er av teirra fatan, at frágreiðingin frá landsins myndugleikum sum so er eitt vælaverk. Hann fílist tó á, at altavgerandi lið ikki verða tikin við.
?Frágreiðingin hevur í veruleikanum ikki gjørt sær nakran sum helst tanka um, hvussu hesar fyritøkurnar skulu seljast og til hvønn. Tað snýr seg um at gera tað áhugavert fyri keypararnar, um nakar skal tíma at leggja pengar í hesari góðu fyritøkur. Í so máta er frágreiðing alt ov nógv bakteriufrí ella laboretorium kend, sigur Jørn Astrup.
Tað, at gera fyritøkurnar spennandi fyri seljarnar heldur Jørn Astrup vera sera týdningarmikið og ikki nakað, ið vit eiga at gloyma. Fyritøkurnar mugu byrja at hugsa heilt øðrvísi um, hvussu fyritøkan skal skipast.
?Sum støðan er nú, er tað bara ein av teimum fyritøkunum, ið verða nevndar í freigreiðingini ? nevniliga Føroya Banki - ið betalur vinningsbýti til eigarnar. Hetta sigur heldur ikki so lítið, tá hugsað verður um, at mann nú hugsar sær at fara út og selja fyritøkurnar til keyparar, sum hava fíggjarligan vinning sum einastu orsøkina til at keypa, sigur Jørn Astrup Hansen.

Mentanin
Spurningurin um almennu fyritøkurnar skulu enda á útlendskum hondum hevur verið uppi og vent fleiri ferðir í sambandi við kjaki um framtíðina hjá føroyska vinnulívinum. Aðrastaðni í Evropa eru einskiljingartilgongdir settar í verk við tí fyri eygað at tiltrekkja útlendskan kapital. Í Føroyum eru tað nógv, ið ikki hava serliga positiv sjónirmið, tá tað snýr seg um útlendskan kapital í føroyska vinnulívinum. Eitt nú í sambandi við alivinnuna hevur tað verið nógv rokan um, at norrmenn hava sýnt føroyskum alifyritøkum áhuga.
Jørn Astruip vísir á, at sum støðan er, eiga útlendingar stóran part í fleiri føroyskum fyritøkum. Eitt nú í Smyril-Line eru tað hetlendingar og íslendingar, sum mynda stóran part av eigarunum í fyritøkuni. Jørn Astrup heldur samstundis, at hetta við útlendskum kapitali er nakað, ið vit mugu byrja at venja okkum við. Hetta vísir eisini, at tað er áhugi fyri at gera íløgur í Føroyum, heldur hann.
Tá vit spyrja, um tað er nokk av kapitali í Føroyum til at keypa almennufyritøkurnar, sum rúma ein stóran part av føroyska vinnulívinum. Eisini verður spurt, hvørt tað er neyðugt at fara uttanlands eftir kapitali ? og er hetta ynskiligt?
?Eg meti tað vera trupult at svara spurningunum, hvørt tað er nokk av kapitali í Føroyum. Her verður neyðugt at meta um hvørja fyritøku sær. Eg haldi, at tað ber til at koma rættiliga langt við føroyskum kapitali. Føroyski kapitalurin vil eisini veksa við tíðini, tá hugsað verður um, at føroyingar spara rættiliga nógv upp, Eitt nú kann tað hugsast, at fleiri pensjónskassar fara at vera rættiliga peningasterkir um nøkur ár, sigur Jørn Astrup.
Sjálvur sær hann ikki nakran í, at útlendskir íleggjarar koma upp í føroyska vinnulívið. Hetta sigur við teirra grundgeving, at tað hevði verið gott við at fingið hendur á vitan uttanífrá, og hetta eru eisini oftani strategiskir íleggjarar, sum miðvíst fara til verka.
Eitt, sum Jørn Astrup heldur vera av sera stórum týdningi, er, at vit gera okkum greið yvir, hvat hesar privatiseringar vilja fara at merkja. Hann vísir á, at tað í Føroyum ikki er nøkur serlig siðvenja fyri at keypa virðisbrøv sum anonymur keypari.
?Í Føroyum hava vit bert upplivað í ógvuliga avmarkaðan mun, at ?vanligi? føroyingurin hevur sett pengar í eina fyritøka uttan at vita, hvørji hini vóru, sum settu pengar í(anonymur íleggjarir, blðm). Tað mest vanliga hevur verið, at samtøk av privatum persónum hava sett pengar í skip og annað, har tey vóru væl vitandi um, hvørji onnur vóru við í fyritøkuni og sostatt eisini kundu vera kunnaði um og við til avgera, hvørji fóru at mynda nevnd og leiðslu, sigur Jørn Astrup.
Hóast nøkur endalig tilgongd ikki er staðfest nú, so kann roknast, og tað hevur eisini verið nógv tosað um, ein virðisbrævamarknað. Her skulu virðisbrøv í fyritøkunum kunnu keypast av vanliga føroyinginum, men hetta er ikki nakað, ið vil henda eftir einum degi, metir Jørn Astrup.
?Tað er skeivt, tá vit ímynda okkum at bara vit gera ein virðisbrævamarknað, so vilja fólk keypa soleiðis uttan víðari. Talan er pengar, sum fólk skulu finna upp úr lummanum, og her er eisini talan um milliarda upphæddir, sigur Jørn Astrup.
Hann vísir á, at teir privatu minnilutapartaeigarnir í teimum báðum gomlu bankanum, Føroya Banki og Sjóvinnubankin, í tí tíðarskeiðinum frá tí bankarnir vórðu stovnaðir í 1906 og 1932 og heilt framtil 1992 einans høvdu innskotið tilsamans 40-45 mió. kr. í eginpeningin í bankanum. og hetta er sera lítið, tá vit hugsa okkum, at tað í dag mest sannlíkt skal ein milliadr upphædd fyri at ogna sær Føroya Banka.. Tað sama prinsippið er fyri tað nógva galdandi um føroyskar fyritøkur, har rættiliga lítið av peningi er skotið inn í fyritøkurnar. Nógvar av hesum eru farnar á húsagang, men fleiri av hesum hava eisini klárað seg ógvuliga væl.
?Her verður talan um nøkur heilt onnur ting, um vit skulu hugsað um at keypa stórar almennar fyritøkur fyri nógvar pengar, og síðani víðari við hesum á ein virðisbrævamarknað, sigur Jørn Astrup.

Tilgongdin
Í sambandi við, at almennarfyritøkur skulu á privatar hendur, verður tosað um eina einskiljingartilgongdin. Um politiskur vilji er til staðar, verður tað eftir øllum at døma ein drúgvur umgangur at skipa soleiðis fyri, at almennu fyritøkurnar fara á privatar hendur. Sum nevnt aðrastaðni, metir Jørn Astrup tað hava sera stóran týdning, at vit gera okkum greið yvir, hvat tað er vit bjóða út.
Í spurninginum um tilgongdina, metir Jørn Astrup eitt vera avgerandi fram um alt annað: Prísurin.
?Tað snýr seg um at fáa tann rætta prísin. Vit skulu selja fyritøkurnar soleiðis at vit fáa rætta prísin. Hetta er altavgerandi. Prísurin eigur at verða grundaður á eina samlaða virðismeting, sum leggur upp fyri verandi viðið á hvørjari einstakari fyritøku og framtíðar vinningi, sigur Jørn Astrup.
?Mann eigur eisini at leggja til merkis, at fleiri av teimum almennu fyritøkunum hava útviklað seg til konsernir, har fyritøkurnar eiga upp í fleiri dótturfeløg. Í flestu førum vil mann kunna hugsa sær, at mann selja dóttirfeløgini fyri seg, og hetta vil lætta um tilgongdina. Eisini eiga fleiri av hesum fyritøkunum passivar íløgur í øðrum fyritøkum, sum oftani vilja kunnu seljast frá. Harvið verður kapitaltørvurin hjá føroysku íleggjarum at keypa fyritøkurnar frá landsstýrinum minni, sigur Jørn Astrup Hansen.
Samstundis kennir Jørn Astrup tað vera ógvuliga neyðugt, at vit síggja aðrar avgerandi liðir í tilgongdini.
?Tað skal gerast ein ógvuliga fyndug og drúgv viðgerð og meting av hvørjari einstakari fyritøku, og tað verður óivað neyðugt at taka leiðslurnar í fyritøkunum og í ávísum førum eisini ráðgevarar uttaniífrá fyri at fáa eina saklig meting av virðinum hjá fyritøkuni. Samstundis er tað ógvuliga týdningarmikið - kanska tað mest týdningarmikla av øllum ? at tað er breiður politiskur vilji aftanfyri hetta. Fer mann undir eina slíka tilgongd, so vendist ikki aftur. Tá tað almenna hevur sloppið sær av við yvir 10% av einari almennari fyritøku, so ber ikki til at spola aftur til byrjanina. Er ikki breiður uppbakningur fyri privatisering, eigur mann heldur ikki at fara undir hetta, sigur Jørn Astrup.
Sum heild kennir hann tað eisini soleiðis, at skulu vit selja fyritøkurnar, eigur hetta at verða gjørt í so góðum tíðum hjá búskapinum sum gjørligt, tá hetta gevur besta prísin.
Sum áður nevnt, heldur Jørn Astrup ikki, at tann skrivaða frágreiðingin ger sær nóg nógvar tankar um, hvussu tilgongdin skal skipast, og hetta heldur hann vera óheppið.
?Tað liggur eitt ómetaliga stórt arbeiði fyri framman. Skal mann taka hetta stigið, er neyðugt, at fyrireikingarnar verða gjørdar til fulnar, sigur Jørn Astrup Hansen.
Sjálvur sær Jørn Astrup eina møguliga tilgongd soleiðis, at ein stórur partur av einari fyritøku, 25-50%, verður í fyrstu atløgu verður seldur til eitt vinnuligan bólk ella líknandi. Ein tílík tilgongd metir Jørn Astrup hevði verið best fyri allar partar, bæði sjálvan prísin, og hetta hevði eisini givið landinum mest.
?Tað, sum er avgerandi , er, at vit varðveitar fyritøkurnar sum skattgjaldarar í Føroyum og harvið vinna inntøkur, metir Jørn Astrup Hansen.

Føroya Banki
Tá vit spyrja Jørn Astrup eftir, hvussu tað hevði riggað við at privatisera Føroya Banka og hvat landið hevði fingið burturúr hesum, svarar hann:
?Tað almenna fær upp á stutt sigt ikki so nógv burturúr at privatisera Føroya Banka. Tann spurningurin um, hvør skal eiga vinnulívið er rættiliga grundleggjandi og er rættilgiga filosofiskur. Hyggja vit breitt eftir spurninginum, so kann ein væl hugsa sær, at tað almenna hevur ein ríkiliga stóran leiklut í Føroyum. Um vit ynskja okkum eitt liberalt, pluralistiskt samfelag, so er hetta treytað av einar størri privatari luttøku enn hana, ið vit hava í dag, heldur altso Jørn Astrup Hansen.
Sjálvur tekur hann undir við tí, ið verður tilmælt í frágreiðingini, at privatisera Føroya Banka.