Familjutiltakið er fastur táttur í mentanarvikuni í Runavík, og sum vant er tað altíð leygardagin áðrenn mentanarvikan verður sett.
Løkshøll var karmur um familjutiltakið, sum var í gjár. Ásbjørn Berthelsen, sum er ein av høvuðsfyriskiparunum av barnatiltakinum er væl nøgdur.
Við góðum 300 vitjandi, var tiltakið útselt.
- Alt eydnaðist øgiliga væl, fólk vóru glað og positiv. Fleiri vóru eftir og prátaðu og vildu heilsa uppá undirhaldararnar aftaná tiltakið var liðugt.
Teir, sum vóru á pallinum vóru búktalarin Absalon og dukkurnar hjá honum, Klovnurin Bubu, og gyklarin Ásbjørn. Tað var eitt tiltak sum vardi í ein tíma.
Mumiland
Aftaná tiltakið í Løkshøll vórðu dyrnar latnar upp fyri vitjandi í bókasavninum har eitt mumiland var á skránni.
Tað er listabreytin í 10.flokki, sum hevur gjørt framsýningina við hattum og trøllum.
Ein partur av framsýningini í mumilandinum hevur eisini verið at sæð í Norðurlandahúsinum í sambandi við at Tove Jansson, sum hevur skrivað søgurnar um Mumi, hevði fylt 100 ár í ár.
Eisini hetta tiltakið varð væl vitjað, fleiri sótu og hugnaðu sær og lósu bøkur á bókasavninum.
Regnið kom væl við
Fyrrapartin í gjár regnaði illa, og veðrið var eitt sindur sjaskut. Hetta metti Ásbjørn Berthelsen tó ikki vera nakra forðing, heldur tvørturímóti. Eitt sindur av ringum veðrið kemur bara væl við, tá ið skipað verður fyri innandura tiltøkum.
Í dag verður mentanarvikan sett í Løkshøll. Nógv verður á skránni, millum annað fer Støkk at framføra estetiskan fimleik og TOS fer at spæla.