Smáligt hjá útróðrarbátum

Streymurin verður harður tað mesta av vikuni, og øll tey størru ísfiskalínuskipini liggja við bryggju.

Streymurin er harður, og fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur.

 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at øll tey størru ísfiskalínuskipini liggja við bryggju í løtuni.

 

- Tvey smærri ísfiskalínuskip eru til fiskiskap. Annað er vestan fyri, og hitt er á Føroyabanka. Væntandi landa báðir bátarnir síðst í hesi vikuni.

 

Av frystilínuskipunum er eitt í Eysturgrønlandi, og fimm eru undir Føroyum. 

 

- Streymurin verður harður tað mesta av vikuni, men veðrið verður gott.

 

Roknað verður ikki við nógvum útróðri, tí umframt, at streymurin er harður, er fiskiskapurin eisini smáligur.

 

- Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.

 

 

 

Streymurin er harður, og fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur.