Útlitini at fáa Skoraberg av aftur eru góð

- Tað er ikki hol á skipinum, og eingin sjógvur er komin inn í skipið, siga tey á MRCC fyri løtu síðan

 

Tað var í nátt, at partrolarin, Skoraberg, sigldi á land sunnarlaga og eystanvert á Kalsoynni, og her stendur skipið framvegis.

 

Fyrr í morgun visti løgreglan at siga, at fimm av manningini vóru fluttir av skipinum, og at stýrimaðurin og skiparin framvegis vóru umborð.

 

Men, nú er eingin av manningini eftir umborð í Skorabergi.

 

Bjargingarbáturin, Ziska og Brimil, eru framvegis á leiðini, har skipið stendur.

 

Hjá MRCC siga tey, at kavarar hava verið niðri og staðfest, at hol er ikki á skipinum, og tað er heldur eingin sjógvur í Skorabergi.

 

Veðrið er gott, og nú verður bíðað eftir, at tað fer at fløða. Tá fer Brimil væntandi at gera eina roynd at toga skipið avaftur.

 

- Vit halda, at útlitini at fáa skipið av aftur eru góð, men einki kann sigast við vissu, fyrr enn skipið er leyst úr landi aftur.

 

##med2##

 

Hjá MRCC vita tey at siga, at skipið hevur ligið umleið 30 stig, so tað stendur rættiliga fast har frammi.

 

- Hinvegin er djúpt út fyri, har skipið stendur, og hetta skuldi - alt annað líka - verið ein stórur fyrimunur, tá skipið skal togast avaftur.

 

Sum skilst á MRCC, skuldi flóð verið tíðliga seinnapartin, og tá er væntandi, at ein roynd verður gjørt at toga skipið.

 

Skoraberg var á veg til lands av túri, tá skipið fór á land nakað sunnanfyri Syðradal á Kalsoynni. Teir partrola saman við Fuglbergi.

 

 

 

 

 

- Skoraberg liggur umleið 30 stig, sigur MRCC