Tað er neyðugt, at grindalógin verður broytt, soleiðis at tað ikki longur verður ólógligt at síggja eina grind, uttan at rópa grindaboð.
Tað heldur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum, og limur í Vinnunevndini, sum hevur Tórshavnar Havn, undir sær.
Sum lógin er nú, kunnu tey, sum síggja eina grind, men ikki boða frá henni, fáa 25.000 krónur í bót.
Hetta hava útlendsk ferðavinnufeløg lagt sær í geyma og ein avleiðing er, at ferðafólk aftra seg við at koma til Føroya, tí tey vilja ikki koma undir eina fúla bót fyri tað um tey síggja eina grind, uttan at boða frá henni.
Hetta er eisini eitt, ferðavinnan í Føroyum hevur ávarað ímóti.
Og Tróndur Sigurðsson sigur, at tað gongur sjón fyri søgn, at ferðafólk setast aftur og ikki vilja koma til Føroya av tí sama
Hvørt ár plaga nógv útlendsk ferðafólkaskip at vera á Havnini. Tað verða tað eisini næsta ár. Men næsta ár verða tað væl færri ferðafólkaskip á Havnini, enn tað plaga at vera, sigur hann.
Hann vísir á, at fýra feløg, sum hava fleiri skip, hava boðað frá, at tey ætla sær ikki til Føroya næsta ár.
Og einasta orøkin til tað er fráboðanarskyldan í grindalógini.
Í 2014 vóru 48 ferðamannaskip á Havnini og í ár hava 63 ferðamannaskip verið á Havnini. Av teimum vóru tey átta í samband við sólarmyrkingina. Sostatt vóru 55 ”vanlig” ferðamannaskip á Havnini og tað er met.
Næsta ár hava bara 39 ferðamannaskip boðað frá, at tey koma til Havnar.
- Samstundis hava fýra feløg, AIDA, Royal Carribean, Carnival UK og Hapaq Lloyd, boðað frá, at tey ikki koma til Tórshavn orsakað av ásetingina í grindalógini um fráboðanarskyldu, sigur Tróndur Sigurðsson.
Hann heldur, at grindalógin er fín, men hann heitir staðiliga á Løgtingið um at broyta hana, so at fráboðanarskyldan verður strikað.
Trýst HER og les meiri um, hvat Tróndur Sigurðsson heldur um grindalóg og havnarútbygging
- Fráboðanarskyldan er ógvuliga dýr fyri føroyska ferðavinnu, og fyri alt tað avleidda virksemi, sum tað kastar av sær, at nógv ferðafólk koma til Føroya, sigur hann.