Útisetin og hvalbingurin Kristian Peter Holm

Tíðín rennur, og nú er longu ein góður mánaði liðin, síðani tann dugnaligi, vællýddi og avbera fryntligi útisetin Kristian Holm doyði á  Bispebjerg hospitali 92 ára gamal.  Jarðarferðin  var flaggdagin  25. apríl frá Hans Egede kirkju á Eystarubrúgv  -   tann dagin var eg tíverri burturstaddur  -  tessvegna loyvi eg mær at skriva hesar fáu reglur um henda heiðursmannin. Kristian  var føddur í Hvalba tann 11. apríl 1922, har pápin Daniel Oliver Holm var keypmaður í býlinginum  á HÓLALAGI ( navnið HOLM kemur helst haðani).  Mamman  æt Anna og var ættað av Steig í Sandavági.  Kristian var nr. 11 av 13 systkjum, sum nu øll eru farin.

Hann varð grivin við liðina av konu sínari í tí føroyska partinum av  Vestre kirkegård. Kona hansara, Sólrun (f. Winther) var ættað  úr Havn og  slóknaði  um heystið í 2005Sum so mangur evnaríkur føroyingur í tretivunum hevði Kristian út-longsul og valdi í 1937 – tað var  stutt eftir konfirmatiónina  -  at fara til Danmarkar at læra. Hann hevði hug til tað dynamiska  fakið,  elektromekanikk  og  kom  í læru  summarið 1938  á  tí viðgitnu og risastóru maskinfyritøkuni  TITAN á Tagensvegi á Nørrebrúgv í Kjøpinhavn. Hann fekk saman við nógvum øðrum føroyskum lærlingum  innivist á tí populera  og væl-skipaða lærlingaheiminum í Rantzausgøtu. Haðani var stuttur teinur  til arbeiðis á TITAN. Har bleiv hann útlærdur sum elektromekanikari summarið 1942. Hann var trúgvur móti fyritøkuni og arbeiddi á sama arbeiðsplássi í 52 ár.  Titan-fyritøkan bleiv í trýssunum fusionerað við ta stóru og kanska sterkaru THRIGE-fyritøkuna í Odense, so Kristian skifti arbeiðsgevara, men ikki arbeiðspláss. Nýggi arbeiðsgevarin kom tá  at eita THRIGE-TITAN.

Um summarið 1944 giftust Kristian og Sólrun og settu stutt eftir búgv í Mimersgade 21 á Nørrebrúgv, bara eitt  steinkast  frá Titan-verksmiðjuni. Hjúnini  fingu eina dóttir. Hon eitur Gunnvá og er gift við Niels Arna Nielsen úr Sandavági. Tey eru eisini útisetar og búgva centralt  í Kjøpinhavn

Sólrun og Kristian vóru í nógv ár ógvuliga aktiv í tí føroyska útisetalívinum. Hon róði,  og hann spældi fótbólt á Kløvermarken, har føroyingar í fleiri mansaldrar hava íðkað alskyns ítrótt. Men tey luttóku eisini javnliga í øðrum føroyskum felagslívi, eitt nú Føroyingafelag og ikki minst  í Tí føroyska Kirkjuliðinum, serliga eftir, at liðið hevði fingið  fast tilhald í Sámalskirkjuni í 1971.Kirkjan lá jú næstan í túninum hjá Kristiani og Sólrun. So skjótt sum  Petur Amdrew Petersen, varð settur í prestastarv við Sámals-kirkjuna, knýtti hann  nógv hjálparfólk afturat sær. Kristian var kønur í seyðarøkt, so hann bleiv ein  av teimum fyrstu, sum prestur fekk sær sum fastan álitismann til at hagreiða  alt slag av kjøti, fiski og viðskera, sum kom sendandi úr Føroyum til tær nógv umtóktu  kvøldseturnar hjá Kirkjuliðinum. Hesi vælvitjaðu tiltøk  vardu meira enn eina fjórðingsøld  í  tí hugnaligu Sámalskryptuni, har hjúnini  Holm vóru fastir fúsar.

Kristian var sera loyalur móti síni fyritøku og fekk eisini nógv álitisstørv. Hann  ferðaðist  t.d. fyri  ThrigeTitan  ymsa staðni í Europa, bæði hesu- og hinumegin jarntjaldið  sum tekniskur konsulentur og installatørur av industricentrifugum og øðrum avanceraðum maskinum.. Hann var eisini í Føroyum og gjørdi ymsar tekniskar nstallatiónir á fiskavirkjum har.   

Á  miðjum aldri í 1968 fekk Kristian sær ein kolonihava, nærhendis Kløvermarken, har hann hevði íðkað ítrótt sum ungur. Harúti hevði hann fyndarløtur. Hann velti eplir og aðrar køksurtir, men hann hevði eisini ymisk  frukttrø og prýðisplantur. Á  tí hugnaliga stykkinum hevði hann  bygt sær  eitt lítið hús við koyggjum, so høvi var at gista. Harúti á Amager dvaldist hann ofta aftaná arbeiðstíð, og tá ið hann bleiv pensioneraður, súkklaði hann ofta við matpakka út á stykkið tíðliga á morgni og bleiv  á  oynni allan  dagin. Tað var ein stórur uggi hjá honum, at dóttirin og versonurin yvirtóku tann  vælhildna kolonihavan, tá ið Kristian ikki orkaði meira.

Men sjálvt um  Kristian var inkarneraður og felagsfúsur útiseti, gloymdi hann ongantíð, at hann avgjørt  eisini var hvalbingur. Hann ferðaðist næstan á hvørjum ári til barndómsheimið í Hvalba, og hartil var hann ein av teimum serliga priviligeraðu føroyingunum, sum átti jørð í Lítlu Dímun. Tað er ikki hvønsmans føri at røkta seyðin harúti á oynni, men tað kynstrið  dugdi Kristian,  og  hann røktaði  sjálvur sína ogn á Lítlu Dímun, til hann var høgt í hálvfjersunum.  

Í 2012, tá ið Kristian fór um tey 90, flytti hann endiliga úr sínum býli við Mimersgøtu, har hann hevði búð í 68 ár –  tey 61 árini saman við Sólrun. Hann flytti á røktar-heimið Sølund, næstan mettur av døgum;   -  har   búði hann í hálvtannað ár.      Friður verið við minninum um ein  sjáldsama hegnigan hvalbing.  

-----------

Virgar T. Dalsgaard