Tað situr fast í fraklendingum, at teir eru raktir av fleiri djihadistiskum yvirgangsálopum seinnu árini, og tað merkir eisini teir ymisku lutirnar í samfelagnum.
Stýrið fyri bestu fótbóltsdeildina í Fraklandi, sum nevnist Ligue 1 hevur tikið avgerð um, at komandi tvær vikurnar verða ongir útiáskoðarar loyvdir til dystir í deildini. Avgerðin er ein beinleiðis avleiðing av yvirgangsálopunum í París, sum kostaðu 129 fólkum lívið.
Franska løgreglan er noydd at brúka nógv fólk til trygdarátøk kring landið, og tí er ikki møguligt at fáa løgreglulið at hjálpa til við trygdini til dystirnar í Ligue 1.
Á øllum leikvøllum í Fraklandi eru nú somu trygdarkanningar, sum ein sær á flogvøllum, og áskoðarar verða kropsvisiteraðir. Tað var beinavegin aftaná yvirgangsálopið, at útiáskoðarar blivu bannaðir til dystir í Ligue 1. Í desember tekur stýrið fyri Ligue 1 støðu til, um útiáskoðarabannið skal leingjast.