Útgrevstur fyri stórari íbúðarverkætlan byrjaði í dag

- Hetta er ein stór og spennandi verkætlan. Íbúðirnar fara at hava framúr útsýni og liggja væl fyri.

Seinasta summar bjóðaði Nes kommuna út lendið við Regnavegin, beint sunnan fyri Svangaskarð, umleið 8.000 fermetrar, alment til sølu. 

 

Kommunan treytaði sær, at økið verður brúkt til fjølbroytta íbúðarbygging. Sp/f Skákið við Høgna Petersen í Saltnesi og øðrum keyptu lendið til at byggja upp til 70 íbúðir í økinum.

 

Sáttmálin millum Nes kommunu og Skákið er treytaður av, at kommunan eigur grótið. RTS og Skákið hava gjørt sáttmála um avgrevstur og spreinging av grótinum.

 

Nes kommuna hevur gjørt avtalu við Skákið um lessing og koyring av grótinum oman í Oyrarnar. Somuleiðis hevur kommunan gjørt avtalu við RTS um móttøku og útlegging av grótinum til brimverju í Oyrunum.

 

Í dag byrjaði so avgrevsturin við Regnavegin.

 

- Hetta er ein stór og spennandi íbúðarverkætlan. Íbúðirnar fara at hava eitt framúr útsýni og liggja væl fyri, tætt við Toftavatn, beint við ítróttarøkið á Svangaskarði, skúla, barnagarð og frítíðarskúla – og við bili eru bert 15 minuttir til Havnar.

 

Tað siga tey í Nes kommunu í dag.

 

Í løtuni verða tekningarnar til íbúðirnar gjørdar lidnar, og eftir ætlan byrjar sjálv byggingin seint í summar. Á ástaðarfundi í dag vóru Høgni Petersen, stjóri fyri Skákið, Svend Lamhauge fyri RTS og Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu.

 

##med2##

 

- Hetta er ein stór og spennandi íbúðarverkætlan, siga tey í Nes kommunu í dag.