Útgjaldið úr Barsilsskipanin átti at verið 49.315 krónur

Hjá tingfólkið er lønin hækkað 58 prosent síðani 2001. Hjá foreldrum í Barsilsskipanin er »lønin« lækkað 30 prosent síðani 2001

 

Í 2001 var hægsta útgjald úr Barsilsskipanini 35.000 krónur. Í 2004 lækkaði Løgtingið útgjaldið til 25.000 krónur

Tað var tann 1. juni í 2001, at lógin um barsilsskipan kom í gildi. Tá varð útgjaldið sett til at vera í mesta lagi 35.000 krónur um mánaðin. Markið varð sett soleiðis, tí at mett varð at tey flestu máttu kunna klára seg við tí. Skipanin varð bæði galdandi fyri kvinnur og menn – tí menn kundu tá fáa ein part av barsilstíðini hjá mammuni.

Men í 2004 hildu politikararnir, at útgjaldið var ov høgt, og at skipanin ikki kláraði trýstið. Tí løgdu hesi 18 tingfólkini fram broytingaruppskot, sum skar 10.000 krónur av hægsta útgjaldinum:

Vilhelm Johannesen, Jørgen Niclasen, Jákup Mikkelsen, Anfinn Kallsberg, Andrias Petersen, John Johannessen, Heðin Zachariasen, Óli Breckmann, Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Kjartan Joensen, Johan Dahl, Marjus Dam, Kaj Leo Johannesen, Olav Enomoto, Henrik Old, Kristian Magnussen og Poul Michelsen.

Uppskotið varð lagt fram eftir síðsta framløgudag, tí varð tað lagt fram við undirskriftum hjá 18 tingfólkum – øll úr samgonguni – slipasalandsstýrinum hjá Jóannes Eidesgaard, sum bara varð mannað við monnum.

Á tingfundi nú klokkan 11 í dag fer Løgtingið at viðgera uppskot frá andstøðuni um at hækka útgjaldið úr 25.000 krónum upp í 28.000 krónur, altso 3000 krónur meira.

Tá øll tann politiska skipanini hevur snorksovið á hesum máli í meira enn 20 ár, so tykist tað ikki sørt løgið, at eitt uppskot nú kemur frá andstøðuni, sum so seint sum í fjør sat við valdið, at hækka mesta útgjaldið við bara 3.000 krónur. Hevði Løgtingið havt virðing fyri nýggjum foreldrum, so var útgjaldið í øllum førum tvífaldað.

Bera vit nú saman lønina hjá tingfólki í 2001, so var hon tá góðar 25.000 krónur. Í dag er hon slakar 43.000 krónur. Ein vøkstur upp á slakar 18.000 krónur ella ein vøkstur upp á 58 prosent.

Taka vit mesta útgjaldið úr Barsilsskipanini í 2001, so var tað 35.000 krónur. Tað er í dag 25.000 krónur, 10.000 krónur lægri, ella ein lækking upp á 30 prosent.

Her er sanniliga munur á. 

Um útgjaldið úr Barsilsskipanini skuldi verið á sama støði dag, sum tað var í 2001, so skuldi tað mesta gjaldið sambært prístalsvøkstrinum verið 49.315 krónur. Ella tað dupulta av tí, sum tað er í dag.

Og um bara lægra útgjaldið frá 2004 skuldi verið lyft upp á dagsins virði, so skuldi útgjaldið verið 35.225 krónur. Tí er uppskotið frá andstøðuni bara eitt neyðaregg – og staðfestast má, at viljin hjá tingfólki er bara ikki til staðar at hækka mesta útgjaldið til mammur og pápar úr Barsilsgrunninum, til tað, sum hoyrir tíðini til.