Rebekka Petersen gav fyrr í ár út sína debut útgávu "Byggi Borgir." Fløgan hevur fingið góða móttøku, og fleiri av løgunum hava verið nógv spæld í útvarpinum. Saman við Rebekku framføra Per Ingvald H. Petersen, Líggjas Olsen, Bartal Agustinussen og Eyðun Johannesen.
Steso gav út útgávuna "Proper Fucked" í 2012, sum hevur fingið sera góð ummæli bæði í Føroyum og uttanlands. Tað er Hergeir Staksberg sum er høvuðspersónur í Steso, og hann hevur skiftandi tónleikarar aftrat sær. Til hesa konsertina verða tað Unn Agustudóttir Kragesten, Filip Mortensen, Karl Stórá, Rani Christianssen og Hergeir Staksberg, ið fara at framføra.