Útgávukonsert við DÁNJAL á Byens lys

Leygarkvøldið 12. apríl klokkan 20 fer bólkurin DÁNJAL at hava útgávukonsert í Keypmannahavn.

Leygarkvøldið 12. apríl klokkan 20 fer bólkurin DÁNJAL at hava útgávukonsert í Keypmannahavn. Nýggja fløgan, sum eitur “Once”, er longu sera væl móttikin í Føroyum.

 


Konsertin verður í stemningsfulla gamla biografinum “Byens Lys” á Christiania (aftanfyri Månefiskernen). Forsangarin, Dánjal á Neystabø, hevur sínar fantastisku tónleikararar, sum fevna um strúkarar, blásarar, klaver, percussion og syngja kór, við sær.

DÁNJAL hevur áður fingdid 5 stjørnur frá ummælarunum í Gaffa, umframt nomineringar til fleiri tónleikavirðislønir.



Upphitingarbólkur er føroyski bólkurin STESO, eins og eitt psykedeliskt lirekasseshow frá Christiania fer at undirhalda gestunum, áðrenn konsertin byrjar.