Útfluttu fyri 10,4 milliardir av fiskavørum

Útflutningurin vaks tríggjar milliardir krónur 12-mánaðaskeiðið frá juni 2021 til mai 2022 samanborið við undanfarna skeið.

 

Útflutningurin í mai er nú gjørdur upp. Í talvuni frá Hagstovuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

 

Tað er útflutt meiri í flestøllum vørubólkum.

 

Laksaútflutningurin vaks hálvaaðru milliard krónur ella 43%, hóast nøgdin einans vaks 19%. Fyri fyrstu ferð er útflutt fyri meira enn 5 milliardir krónur av laksi í eitt ár.

 

Útflutningurin av makreli er vaksin 617 milliónir krónur ella 94%.

 

Útflutningurin til Russlands er komin niður á 13 milliónir krónur í mai 2022. Hetta er søla av brennievni og øðrum til russisk skip, skrivar Hagstovan í morgun.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##