Útflutningurin av fiskavørum minkaður 292 milliónir krónur

Fyrstu sjey mánaðirnar í 2024 hava vit útflutt fiskavørur fyri 6,3 milliardir krónur. Tað eru 292,4 milliónir krónur minni enn fyrstu sjey mánaðirnar í 2023.

 

Útflutningurin fyri juli 2024 er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin sjey teir fyrstu mánaðirnar í 2024 samanborið við sjey teir fyrstu mánaðirnar í 2023.

 

Minkingin í bólkinum "Ikki fiskur" stavar fyri tað mesta frá minni útflutningi av brennievni og skipum. 

 

Útflutningurin av laksi er vaksin 467,8 milliónir krónur. Virðið er vaksið við 16,5 prosentum og nøgdin er vaksin við 27 prosentum.

 

Aðrar vørur sum toga útflutningin uppeftir eru toskur og fóður. Toskaútflutningurin er vaksin 138,1 millión krónur, ella 23,8 prosent.

 

##med2##

 

##med3##

 

Niðanfyri sæst útflutningsprísurin í krónum fyri kilo av frystum flaki. Prísirnir á hýsu og toski fylgjast, og sær út sum prísirnir hava hug at kvinka uppeftur. Hinvegin er prísurin á frystum upsaflaki naka lægri nú enn fyri tveimum árum síðani. Laksaprísurin hevur ligið á sama støði seinasta hálvtannað árið.

 

##med4##