- Landsstýriskvinnan hevur í løtuni ongar ætlanir um at fremja nakrar broytingar.
Boðskapurin frá landsstýriskvinnuni í mentamálum, Rigmor Dam, er ikki at taka feil av. Hon hevur ongar ætlanir um at javnstilla útbúgvingarnar hjá føroyingum, ið lesa til námsfrøði í Føroyum og Danmark.
Tað var Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Nýtt Sjálvstýri, ið hevði sett Rigmor Dam ein §52a fyrispurning um trupulleikan hjá námsfrøðislesandi í Danmark at fáa starvsvenjing og lærutíð góðskrivaða, um tey ynskja at halda fram við útbúgvingini í Føroyum.
Hetta metti tingmaður verða ein trupulleika og í andsøgn við, at almenna Føroyar ynskja fleiri ung lesandi til Føroyar.
Landsstýriskvinnan grundgevur í svarinum, at talan ikki eru um somu útbúgvingar, tí meðan námsfrøðiútbúgvingin er skipað sum ein bachelor upp á trý ár, umframt eitt diplomár í Føroyum, so er hon skipað sum ein professiónsbachelorútbúgving á 3,5 ár í Danmark.
Í svarinum upplýsir landsstýriskvinnan eisini, at síðani Læraraskúlin legði saman við Fróðskaparsetur Føroya í 2008, so hevur ikki verið møguligt at flyta beinleiðis frá lestri uttanlands til lestur á Námsvísindadeildini. Til ber tó at fáa tann lesur, ið tey hava ognað sær uttanlands, góðskrivaðan. Áleið trý fólk brúka tann møguleikan árliga.