26 ára gamli Per Anders Torvik Langerød er ein av teimum, sum slapp livandi frá terrorálopinum á Utøya, og hann er ein av fleiri, sum hava fingið hatursbrøv.
Tá hann kom heim eftir frítíðina lá eitt bræv og bíðaði á starvsplássi hansara. Har varð hann illa viðfarin í trimum síðurs longum skrivi av onkrum ónevndum, sigur Aftenposten.
»Tað eru tit innflytaravinarligu, muslimvinarligu, islamvinarligu, sum eru »nazistarnir« í dagsins samfelag í Noreg, og sum eru landasvíkjarar«, stendur í brævinum.
- At fáa eitt slíkt bræv haldi eg vera ein høgan prís at gjalda fyri at luttaka í samfelagskjakinum eftir at hava verið á Utøya, sigur Torvik Langerød við blaðið.
Hann hevur ikki meldað málið til løgregluna, tí hann heldur teir hava meiri týdningarmikil mál av brúka tíðina uppá.
Roar Hanssen, talsmaður hjá løgregluni í Oslo sigur, at løgreglan veit um onnur líknandi brøv.
Ein annar, sum kom av Utøya við lívinum, hevur greitt frá um hatursbrøv í løgregluavhoyring. Heldur ikki hetta málið er meldað. Brøvini eru meira ótespilig enn hóttandi, sigur Roar Hanssen við VG Nett.
Løgreglan sigur, at fáa teir vitan um fleiri hatursbrøv, fara teir at meta um, hvørt teir kanna málini nærri.