Usain Bolt settur upp á pláss

Tann annars so sigursvandi Usain Bolt var ikki fyrstur um málstrikuna, tá úttøkukapping var í Jamaica í gjárkvøldið um, hvør skal umboða landið í 100 metrar kappingini í OL í London í næsta mánað.

 

Yohan Blake vísti, at hann er eitt gott boð upp á gull í London, tí hann rann teir 100 metrarnar upp á 9,75 sekund. Hetta er fjórðbesta tíð, sum nakar hevur runnið 100 metrar. Bara Usain Bolt, Tyson Gay og Asafa Powell hava runnið teinin skjótari.

 

Í úttøkukappingini í gjárkvøldið var Bolt nummar tvey og Powell nummar trý, og allir tríggir hava kvalifiserað seg til kappingina í London. Eygleiðarar siga, at hóast Usain Bolt ikki vann í gjárkvøldið, er hann framvegis tann, sum hevur teir bestu møguleikarnar at vinna gull í London. Spurningurin er so, um Jamaica fer við øllum trimum heiðursmerkjunum á 100 metrum.