Usain Bolt er skjótastur

Usain Bolt vann 100 metra renningina hjá monnum og hevur endurvunnið OL gullheiðursmerkið. Hann kom á mál við tíðini 9.63 sekund, sum er næstskjótasta tíðin nakrantíð og nýtt olympiskt met.

 

Usain Bolt hevur annars ikki runnið upp til sítt besta í ár, men sjálvt um hann ikki kom væl frá byrjan, so vann hann greitt, tá alt kom til alt.

 

Sostatt er Usain Bolt annar rennarin at endurvinna 100 metra gullheiðursmerkið, síðani Carl Lewis vann bæði í 1984 og 1988.

 

Yohan Blake kom á mál sum nummar tvey. Hann kemur eins og Usain Bolt úr Jamaika. Amerikumaðurin Justin Gatlin kom á mál sum nummar trý

 

100m finalan:

 

1. Usain Bolt 9.63

2. Yohan Blake 9.75

3. Justin Glatin 9.77

4. Tyson Gay 9.80

5. Ryan Baily 9.88

6. Churandy Martina 9.94

7. Richard Thomson 9.98

8. Asafa Powell 11.99 (Bleiv skaddur stutt frá málinum)

 

(www.london2012.com)