USA vil hava val í Egyptalandi

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, segði í samrøðu við sjónvarpið Fox News í dag, at USA vil hava egyptisku myndugleikarnar at halda val undir skipaðum viðurskiftum.

Hinvegin vildi hon ikki siga, at USA eigur at steðga sínum búskaparstuðuli til Egyptalands, og hon vildi heldur ikki siga, um Hosni Mubarak, forseti, eigur at leggja frá sær.

-Tað besta er, um vit kunnu fáa eitt valdsskifti í Egyptalandi undir skipaðum viðurskiftum, og at tað gevur landinum eina demokratiska stjórn, segði Hillary Clinton við Fox News.

USA hevur stuðlað stýrinum hjá Mubarak, og Hillary Clinton segði í dag, at stjórnin hevur ikki tosað um at gera nakað við stuðulin, síðani ófriðurin kyknaði.