USA vil hava einkjurnar hjá bin Laden

Tær tríggjar einkjurnar hjá bin Laden kunnu hava týdningarmiklar upplýsingar, og tí vil USA hava tær útflýgjaðar frá Pakistan. Viðurskiftini millum USA og Pakistanhanga í einum klønum tráð í hesum døgum.

Eingin dugir heilt at skilja, hvussu Osama bin Laden kundi búgva minni enn 100 kilometrar frá pakistanska høvuðsstaðnum, Islamabad, í einum býi, við einum av størstu hernaðarskúlum í landinum.

Antin so Pakistan hevur eina so dugnaleysa trygdartænastu, ella landið beint fram hevur hjálpt og hildið hondina yvir Osama bin Laden, so eru bæði líka ring.

USA vil nú hava hendur á tær tríggjar einkjurnar, sum bin Laden hevur latið eftir sær.

Pakistan verður noytt til at lata okkum fáa innlit í tær upplýsingar, sum trygdartænastan hevur savnað í húsunum, har bin Laden hevur búð seinastu 5-6 árini, og somuleiðis atgongd til tær tríggjar einkjurnar, sum landið hevur í varðhaldi, sigur trygdarráðgevin, Tom Donilon við NBC.

Ein avhoyring av teimum trimum kvinnunum kann avdúka smálutir um gerandisdagin hjá Osama bin Laden, hansara gerðir síðani innrásina í Afganistan, og hvussu al-Quaeda virkar.

CIA og trygdartænastan hjá Pakistan, ISI, hava síðani 2001 havt eitt trilvandi samstarv í stríðnum móti terror, men amerikanska aktiónin móti Osama bin Laden, sum varð gjøgnumførd uttan at Pakistan fekk boð um hana, hevur ávirkað viðurskiftini landanna millum.

Longu áðrenn átakið 1. Mai boðaði ISI frá, at ætlanin var at minka samstarvið við CIA, skrivar Politiken.

Álopið móti Osama bin Laden varð nevnt Operation Geronimo.